Hjalmar Norðberg Poulsen
Í hesum orkurembingartíðum har Kyoto-sáttmalin, so at siga dagliga, hevur verið borin framm
av mannatungum, hava vit sum samfelagsborgarir skyldu hvør í sínum lagi, at ávirka gongdina positiva vegin, taka lógvatak, og gera okkum meira leys av fossilu orkuni. Hetta kann bert gerast við at satsa meir uppá náttúrukreftirnar.
Á polittiskum plani sýnist einki skilagott vera framborið í so máta. Orkumálaráðharrin hevur tó eina ávísa meining um gongdina, nú oljuprísirnir eru í topppi. Hann sigur, at tað gert ikki við og vinnan má tillaga seg nýggju fortreytirnar at virka undir. Hvør skal siga, vinnan má sigla sín egna sjógv. Samstundis gleðist hann yvir gongdina, tí tá vit einaferð finna oljuna, er bjarging í eygsjón og loysing kann fremjast í praktiskum verki.
Tað sleppst ikki undan, at nýhugsannir innan orku,-og orkupolitikk ger, at allmenningurin broytur hugbur innan orkuøkið, soleiðis at skilja at meira viðvarðandi orka, kemur at verða framleidd í mun til fossilu orkuframleiðsluna. Ikki dálkandi, ella rein orka, so sum orka framleidd úr vatni aldu ella vindi, kemur í komandi tíðum at vinna frama. Menningin seinastu árini av nýtsluni burturúr sólarorku, nýhugsannir innan brintframleiðslu og brennicellum í hesum sambandi, er heldur ikki at forgloyma.
Møguleikarnir her á landi eru óteljandi innan reina orkuframleiðslu. Og tað er ein órongiligur veruleiki, at bert hugfloðið setur markið innan hetta økið.
Vindorka hevur seinastu árini í ávísum londum vunnið frama. Størsta orsøkin til hetta, er høgi oljuprísurin, men sanniliga eisini høga tekniska støði hjá mylluframleiðarunum. Trupuleikin við at tær skuldu vera haldgóðar, og tola einhvønn vind er í dag so at siga tilonkisgjørdur. Tekniska støðið á reguleringsmøguleikunum er, tá saman um kemur, sera høgt. Menningin innan teldutøknina saman við teimum dygdargóðu byggimaterialunum, ger sítt til at hesin viðvarandi orkumøðuleiki eftirhondini støðugt gerst betur.
Myllurnar gerast eftirhondini størri og meri álítandi. Ávísir trupuleikar eru sjálvsagt tengdir at vindorku. Ein trupuleiki er at tær ikki kunnu framleiða orku, tá ongin vindur er. Fyri okkara viðkomandi er hetta ein luksustrupulleiki, av tí at í Føroyum er, sum kunnugt, sera nógvur vindur. Heldur kann sigast at trupuleikin er, at vindurin ov ofta er ov nógvur til at kunna brúka megi hansara. Ein annar trupuleiki er at føroyski orkutørvurin innan streymveitingina, er sera avmarkaður. Hetta ger at vit í skerdan mun bert kunnu loyva vindmyllum inn á háspenningsnetið.
Álítandi tekniskar kanningar m.a. í Danmark á hesum øki, hava víst at meginreglan hesum viðvíkjandi sigur, at hægst 19% av samlaðu elframleiðsluni kunnu umboðast av vindmyllum. Um so er at hetta virði økist munandi, er vandi fyri at tann framleiddi veksilstreymurin, sum brúkarinum tørvar, missur góðsku sína. Eitt nú kann "frekvenvurin" blíva óstøðugur. Hetta kann í ávísan mun tó góðtakast. Hartil eru møguleikar tilstaðar, at kompensera fyri hesum. Frekvensurin ella periodutalið, sum tað eisini verður nevnt, er vanliga støðugt 50 Hz her á landi.
At frekvensurin kann gerast óstøðugur er eitt, men verri er at veksilkurvan, sum vanliga eigur at vera sinusformað, eftirhondini kann avskeplast og missur sín uprunaform. Hon verður snøgt sagt ónýtilig, og í ringum føri skaðilig fyri ávís el-drivin nýtslutól. Hetta tí at hon verur framleidd í asynkrongeneratorum, sum er vanliga standa í vindmyllum. Gongdin endar so við at ein missur tamarhaldið á el-framleiðsluni og alt kollapsar.
Ein kann so halda at tað gongur nokk, so leingi ongin leggur merki til syndromið. Jú,- hetta er satt, tí mangan hevur verið snýtt í kortum, uttan at nakar nakrantíð fekk ilt av tí.
Men hugsi tykkum so flakavirkið, sum framleiddi beinfríð fløk? Alt gekk gott eina tíð. Men so ein dagin stóðu mannafjøldir uttanfyri læknamiðstøðirnar. Øll høvdu fingið bein í hálsin.
Fyri at koma aftur til tey 19%. Tað er sjálvsagt at hetta markið longu er yvirhálað á vinstru síðu. Hóast orkutørvurin á meginøkinum broytist dag frá degi, krevst nú á døgum ein minimumsorka oppá ca. 17 Megawatt. og til tíðir ofta heldur minni. Vanliga er hetta tann orkutørvurin, sum er á førayska meginøkinum seinnapartin eina mánanátt .
Sum kunnugt eru vindmyllur uppsettar á meginøkinum. Hesar umboða ídag tilsamans ca. 4,5 Megawatt. Føroyska meginøkið hevur sostætt í dag eina vindmyllupark uppá tilsamans 26,4 %, ella 7,4% ov nógva vindorka, í mun til minsta respektiva orkutørvin. Ella sagt á annan hátt, tað eru 7.4% ov nógv vindorka uppsett á meginøkinum, skal áðurnevnda meginregla um tilráðing yvirhaldast. Og 17 MW er júst tann orkutørvur, sum er avgerandi fyri hvussu stórur partur verður framleiddur úr vindi.
Á hesum grundarlagi og á tí støði, orkutørvurin í dag er, er skilaleyst at útbyggja vindorkuna enn meir. Henda niðurstøðan er harmulig, tí vind hava vit nógv av, og eisini so tað forslær.
Tó er tað stór synd og skomm við, ikki at hugsa í eitt sindur øðrvísi, tí her kann mangt annað uppnáast, til at betra um tann føroyska orkutørvin, at hann kann gerast minni dálkandi og meira viðvarðandi. Og her kann, um vilji er til staðar, væl og sera einfalt mangt uppnáast.
Skulu vit gera okkum vónir, um at gera okkum minni bundnan av teimum fossilu orkukeldumum, er ongantíð ov skjótt at byrja hesa ætlan. Serliga nú oljuprísurin hevur gjørt stórt skærvslop uppeftir, og eygleiðarar á økinum eru samdir um, at hann ikki lækkar munandi, men heldur fer at hækka enn meir, er hetta ein upplagdur møguleiki, sum uttan iva og í stóran mun gevur skilagott avkast til allar partar.
Fyrsta treytin er at Kwt-prísurin ikki hækkar. Men hvussu skal man so bera seg at við hesum á mest skynsaman hátt? Grundsjónarmiðið er sjálvsagt, at tað skal gerast meira attraktivt at nýta el-megi við fyrimuni, ístaðin fyri kostnaðarmiklu oljuna. Fólk flest fara sjálvandi at nýta hetta høvi til egnan fyrimun. Harvið skapast ein størri umsetningur hjá SEV, sum aftur hevur møguleika at tálma Kwt-prísin tilsvarðandi, við øktari framleiðslu og sølu sum grundarlagi. Sjálvandi fær føroyska vinnulívið eisini sín ágóða av hesum tiltaki, tí avísi framleiðslukostnaðutin verður lutfallsliga lágur hóast høgu oljuprísirnar. Føroyska kappingarførið fer at betrast í mun til grannatjóðir okkara. Karmar vera skaptir, har grumdarlag er fyri einum størri el-orkutørvi á føroyska meginøkinum. Alt hetta skapar sjálvsagt nógv størri møguleikar fyri, at vindorkan kann útbyggjast munandi.
Eri vælvitandi um at orkutørvur føroyinga ikki altíð er eins fyri øll, og broytist eitt sindur av og á. Men taka vit nú eitt vanligt føroyskt húskið sum fyrimynd, og mánaðarligu útreiðslutnar hesum viðvíkjandi: Prísirnir eru v. oljuavgjaldi og v.mvg. og rokna verður við 10 mánaðargjøldum.
SEV. 565 Kwt .el-nýtsla (+ árl. fast gjald)..... Kr: 1000.-
Olja: 272 l av gassolju (+ oljuavgj.). ..Kr: 1800,-
Keypt orka hvønn mánaða tilsamans Kr: 3800,- ella tilsamans Kr: ..38000,- árliga
Hvussu nógva orku hava vit so fingið fyri pengarnar?
Tá árliga fasta SEV-gjaldið uppá Kr: 600,- er mótrroknað eru keyptir tilsamans 565 Kwt. hvønn mánað.
Við núverðandi oljuprísi fáast fyri oljurokningina, tilsamans 273 litrar av gassolju. Tá tann bundna orkan í hesi nøgd er umsett til hita í miðstøðhitaskipaninni, eru til nyttu komnir 2780 Kwt hvønn mánaða. Um henda orkunøgd ístaðin bleiv keypt frá SEV hevði rokningin ljóða uppá
Kr: 3857,- um mánaðin fyri somu hitamongd. Húsarhaldið hevði sjálvsagt ikki brúkt henda kostnaðarmykla møðuleika.
Um oljufýringin ístaðin bleiv avsøgd og invertari verið uppsettur til orkunýtsluna í samband við hitaflutning, og sama hitamongdin bleiv brúkt, hevði roknistykkið hjá viðkomandi húski verið heilt øðrvísi.
SEV. 565 Kwt. el-nýtsla (+ árl. fast gjald).. Kr: 1000,-
SEV930 Kwt el-nýtsla (invertari)............. Kr: 1290,-
Keypt orka hvønn mánaða tilsamans Kr: 2990,- ella................... Kr........29900,- árliga
Spærdur peningur.................... (3800- 2990) = Kr: 810,- um mánaðin el. Kr........:8100,- árliga
Hesi tølini eru í allar hægsta grad eftirfarandi, hóast tey í uppruna eru tilvildarliga vald fyri hetta ávísa húski.
Sum tað sæst kann nógvur peningur sparast. Tað skal eisini havast í huga, umframt at árliga oljunýtslan hjá viðkomandi húsi bleiv spærd, gjørgist umhvørvið betri og reinari, tí tilsvarandi minni bleiv dálkað. Uppá landsbasis eru rættuliga stór perspektiv í hesum lutfallsligu einklu útrokningum.
Um vit nú rokna við, at í Føroyum búgva 10000 húski, og 8000 av teimum nýta miðstovuhita og oljufýr í hesum sambandi, verður samlaða orkunýtslan ca. 2180 tons av gassolju um mánaðin Ella tilsamans 21800 tons av gassolju árliga. Umroknað til el-orku og hitaflutningur bleiv nýttur til endamálið, hevði neyðugi tørvurin verið tilsamans ca. 74000 Megawatttímar árliga.
Sum eg fyrr var inni á, broytist orkutørvurin dag frá degi á meginøkinum, tí føroyingar eru vanabundnir, og tað merkist eisini í so máta.
Um ein miðvís ætlan bleiv framd í verki á hesi leið, og við ávísum skynsemi er meting mín, at meginøkið hjá SEV eftir hetta, hevði havt eina minimumsorkuframleiðslu, sum var áleið 9 Mw hægri enn hon ídag vanliga er. Hetta hevði so ført við sær, at breiðir møguleikar vóru skaptir, at útbyggja vindorkuna rættiliga munandi.
Um so var at t.d. invertari, ella sokallaður hitaflutningur var brúktur til at nøkta orkutørvin hjá hesum 8000 húskjunum og neyðuga orkan bleiv keypt frá SEV, hevði orkutørvurin á Føroyska meginháspenningsnetinum voksið tilsvarandi. Og tað er júst hetta endamálið sum skapar eitt breitt og gott grundarlag fyri at ein miðvís útbygging innan vindorku kann fara framm. Øll tann spærda oljunýtslan hevði komið samfelagi okkara tilgóðar. SEV hevði økt sín umsetning. Kwt-prísurin hevði kunna tillaga seg fyrimyndarligt á hesum grundarlagi. Føroysku húskini høvdu fingið ódýrari og reinari orku. Kappingarføri á vinnuøkinum hevði betrast munandi. Ja, stutt sagt ein skilagóð gongd leið á orkuøkinum soleiðis at Kyoto-sáttmálin eisini kundi undirskrivast av landsins leiðandi politikkarum í nærmastu framtíð.
Mangan hevur SEV verið hartað á mangan hátt. Skotið hevur verið í skógvar tess, men eg havi sett mær sjálvum spurningin, hví einki ítøkiligt er gjørt frá politiskari síðu á hesum øki. Orkutekniska óvitni teirra er helst eitt tungt haft. Eri komin til ta niðurstøðu, at orkumálaráðið kanska ikki hevur teknisku vitanina og førleikan til slíkt.
Teir eru annars væl komnir at taka hesa hugsjón til sín.