Orkupolitisk mál 2015

Føroyar hava onga trygd fyri at samfelagið í tíðini framyvir vil virka sum tað ger í dag. Bindingin til 95% orkuveitan frá oljuni kemur ikki at halda, tað vita vit, og er tilmælið frá arbeiðsbólki Vinnumálaráðsins at vit í 2015 hava 20% av orkuni á landi frá varandi orkukeldum, og at fiskiflotin tá nýtir 15% minni orku, eitt skilagott og gjørligt mál.

Frá tíðini tá torv og kol var álitið í húsarhaldum til farna aldarskiftið við oljuni sum grundstøði í samfelagsmenningini, er nýgg tíð á veg, har varandi orkutilfeingið grundað á sólarmegina verður støðið í allari orkuveitan. Við lækkandi oljunøgd og hækkandi prísum hvørvur verandi orkuveitan sum árini ganga, og má málið tí verða, at vit sum frá líður gerast óheft at innfluttum fossilum brennievnum sum olju, gassi ella koli.
Sparast má uppá seinastu droparnar og gagnnýtslan má økjast samstundis sum varandi orkukeldur sum vindur, vatn, alda og sjóðarfall, og sólorka verða mentar. Mesta orkuveitingin verður framyvir grundað á ravmagn, sum kan nýtast beinleiðis til flestu endamál, meðan brennievni mest verður lívrunnið tilfar og grundevni sum vetni, ið m.a. fæst úr feskum vatni.
Ítøkilig tiltøk mugu setast í verk til annarleiðis orkuframleiðslu og nýtslu. Hetta kann gerast við uppsetan av fleiri vindmyllum og betri nýtslu alt samdøgrið. Aldu- og sjóarfallsorka er við at blíva ein tøkniliga møgulig orkukelda, ið vil geva okkum sera stórar nøgdir av ravmagnsorku. Sólorka er í nýtslu til ravmagn og hita, tó at orkuúrtøkan er lítil, men harafturímóti kann setast upp av hvørjum einstakum borgara. Vatnorkan gevur ov lítla úrtøku í mun til verunliga máttin, men kann sum frá líður umbyggjast og geva tvífaldaða framleiðslu.
Ravmagnsorkutøknin verður bundin saman í framkomið kervið har sjálvvirkandi stýriskipanir á orkustøðunum og hjá brúkarunum allatíð tryggja at veitan, dygd og nýtsla virka best.

20% vindorka á netið í 2015
Mark er fyri hvussu nógv vindorka kann setast inn á netið sum er. SEV hevur ført fram, at mesta nøgdin er 25% av náttarlastini ella 4500kW pr. tíma. Við verandi 6 myllunum hvør á 660kW og einu mylluni á 150kW, er markið nátt, og er SEV ætlanin at seta aðrar 3 myllur upp í Neshaganum, ikki skillig fyri vanlig fólk, tí nøgdin tá verður 30% av náttarlastini.
Tøkniliga ber til at taka óstøðugu topparnar av vindorkuni og til ber eisini at javna nýtsluna út á alt samdøgrið. Afturat tí kann nógv meiri ravmagn setast til t.d. upphiting í sethúsum við elpatrónum á vatntangan, til hitapumpur, ið eisini spara uppá oljunýtslu, og til tey, ið vilja skifta benzin ella dieselbilin út við ein elriknan bil, ið kann løðast upp á náttartíð. Harafturat kann stór nøgd av vindorku nýtast til framleiðslu av vetni, ið kann nýtast til flutning á landi og sjógvi ella til framleiðslu av ramagni. Eitt túsund kilowatt vindorka geva við vetni 400kW ravmagn í hægstu dygd. Vindorka kann eisini setast beinleiðis til stóra fjarhitaframleiðslu ella um netið til felags hitapumpustøð fyri heila bygd ella býling.
Við 30% full last vindorku á dagtímanýtsluna, sum hon er í dag á umleið 40.000kW pr.tíma, kunnu afturat verandi 6 myllunum (10%) setast 12 myllur upp hvør á 660kW ella 8 myllur á 1500kW.
Framskriving til 2015 við t.d. 2% meirnýtslu broytir ikki myndina sum so. Brúktir verða tá um 300GW tímar í mun til um 250GW tímar í 2006. Við somu oljuframleiðslu á 136GW tímar og somu vatnorkuframleiðslu á 100GW tímar skulu framleiðast 64GW tímar við vindorku. Hetta er í 2015 20% við 6 verandi myllunum og 7 nýggjum myllum hvør á 1500kW.

Málið á 20% lættliga nátt í 2015
Vindmyllurnar kunnu spara okkum 13.617 tons olju, góð 12% av samlaða oljubrúkinum á landi, ið í 2005 var 117.000 tons. Eitt tons av olju gevur einans 4.700KW tímar ravmagn við avbrenning á t.d. Sundsverkinum. So gott sum alt CO2 útlátið stavar frá olju og kann við m.a. betri húsabjálving og sólorku til upphitan minkast heilt nógv um oljunýtsluna, og varandi orkuparturin harvið fáa størri lut í samlaða brúkinum. Torført er at siga hvussu oljunýtslan verður um 10 ár, men roknast kann við at ein byggireglugerð við orkukrøvum sum tann danska vil minka oljunýtsluna til sethús og almennar bygningar við í miðal 10% fyri alt landið. Lægsta kravið í Danmark vil hjá okkum merkja at eini sethús skulu niður í eina helvt í oljubrúkinum, frá um 3 tons til 1,5 tons pr. ár. Um t.d. 500 sethús seta upp 6 ferðmetrar av sólorku hvørt, vil tað spara okkum 5.200 tons í oljunýtslu. Hetta er um 5% av allari sethúsanýtsluni í 2005.
Um vit rokna við at ferðslan økist við 10% og handil, tænastur, ídnaður og SEV-verkini verða óbroytt fáa vit í 2015 eitt oljubrúk á landi á 114.500 tons. Vatnorka og vindorka framleiða tá 164GW tímar, ið svara til 34.894 tons av olju ella 30,5% av samlaðu nýtsluni. Roknað uppá samlaða oljubrúkið íroknað skipaflotan verður prosentparturin 15,5%. Vatn og vindorkan var í 2005 einans 4% av samlaðu orkunýtsluni og vil við hesum verða økt 11,5% ella nakað væl upp um Kyotoynskið á 8%, ið í so máta kann lúkast væl og virðiliga.

Avlopshiti frá brennistøð og elverkum.
Avlopshiti frá brennistøðum er ikki varandi loysn tá endamálið man vera at vit hava so smáar nøgdir av ruski sum gjørligt og sum mest av endurnýtslu. Dálking er eitt vandamál við eiturevnum, ið við brenningini spjaðast út í umhvørvið. Harnæst eigur lívrunnið rusk ikki at verða brent, men heldur at verða nýtt í methangassverkum til ravmagn og hita og sum besta taðing til landbúnað.
Avlopshiti frá ravmagnsverkum kann við dagsins oljuprísum loysa seg, men hvussu leingi? Um prísurin verður 100 US$ fyri tunnuna man verða ivasamt hvussu leingi slík verk koyra, og harnæst krevja brúkarar at hiti allatíð er tøkur, einamest á vetrartíð tá tørvur ikki er á ravmagnsorku frá dieselmotorum tí vatnnøgdin er stór í brunnunum og vindurin nógvur.

Náttúruoyðandi vatnorka
Besta dømi uppá illa umhugsaðar vatnorkuútbyggingar hevur SEV sjálvt borðreitt við í nýggja hugskotinum til víðari útbyggingar. Innsavningarøkið til Víkarvatn í Norðurstreymoy er einans 18km2 í vídd, men ført fyri at framleiða 2,6 ferðir so nógva orku fyri hvønn ferðkilometur sum Eiði 1 og 3 tilsamans. Orsøkin er sera einføld. Víkarvatn liggur í 300 metra hædd, ið var júst tað víst varð til átti at verið gjørt til Eiðsverkætlanina. Skaðin er gjørdur, men kann rættast uppaftur og eiga ábyrgdandi persónar at fá rokningina fyri endurbyggjan av Eiðisvatni.
Ætlanir SEV´s er óhugnaligur lestur. Eiði 2 bleiv lukkutíð steðgað av yvirfriðingarnevndini, men er Vágoyggin aftur í planunum har áirnar, ið renna í friðaða Fjallavatn skulu takast saman við øllum løkum, ið annars nøkta 90% av feskvatnstørvinum til húsarhald og fiskavirki. Norðuri í Dølum, Árnafjørður og Týggjará hava onga bjarta framtíð um SEV leiðslan sleppur at ráða. Samlaða framleiðslan sigst blíva 127GW tímar ella áleið tað 20 1,5MW myllur kunnu framleiða. Hvat velja vit ? At oyða Føroya náttúru ella seta 20 myllur upp. Svarið gevur seg sjálvt.

Tilfeingið og ognarrætturin
Tá tað opinbart er so átrokandi at hava maktina á orkuframleiðsluni, kann ein fáa tankar um hví so er. Aloftast er ikki talan um maktina í sjálvum sær, men heldur at nógvur peningur kann skravast saman. Orkan verður framleidd burturúr náttúrutilfeingi okkara og kann tað væl hugsast at einstak-lingar síggja møguleikan at ríka seg upp nú vindmyllur fara at verða settar upp. Náttúrutilfeingið á sjónum er ogn Føroya fólks, og við stóra trupulleikan í veiðuloyvum, ið verða handlað til hundratals milliónir, er eyðsýnligt at veiðuloyvini til næsta náttúrutilfeingið, vindin, verða latin einstaklingum, vinum og kenningum. Landsstýrsimaðurin í orkumálum er fólkafloksmaður og kendur fyri at sortera tey frá, ið ikki eru fólkafloksfólk.
Lendisskipan skal gerast og vindmylluøkini setast á landakortið. Her má so vón setast til løgtingið, at lógarkamar verða soleiðis orðaðir, at einstaklingur ikki kann eiga meira enn ávísan minni part av einum vindmylluøki og at størsti parturin verður í smáum partabrøvum har einstaklingur mest kann eiga tvey ella trý brøv. Royndir í Danmark og Týsklandi vísa klárt at fólksins luttøka í skipan av vindmylluøkjum er av alstórum týdningi skal tað eydnast at skipa vindorku so allir landsins borgarar verða nøgdir.