Vikan, sum fór, fer fyri meg og mong við mær at standa sum ein vika, har okkara støðufesti og treiskni veruliga skuldi standa sína roynd. Hetta var vikan, har Javnaðarflokkurin skuldi vísa, at hann stóð við tað, sum lyftir vórðu givin um undir valstríðnum til fólkatingsvalið. Hetta var vikan, har vit fyri einaferð skyld tordu at vísa donskum javnaðarmonnum og øðrum, at man ikki bara skal rokna við, at føroyingar munnu fara at laga seg. Hetta var vikan, har vit góvu dønum ein forsmakk upp á, hvat teir kunnu vænta sær, tá samráðingarnar fara at verða. Hetta var vikan, har vit greitt vístu dønum, at vit krevja, at teir virða og skilja, at vit føroyingar hava okkara egnu meiningar um viðurskiftini.
Nú hevur verið nógv skrivað og sagt í fjølmiðlunum um hetta søguliga formansvalið á Fólkatingi. Men fyri ein ordans skyld, skulu tit fáa mína útgávu, soleiðis sum gongdin veruliga var.
Tórsdagin 19. mars høvdu Marita Petersen og eg fund við umboð fyri danska Javnaðarflokkin. Har møttu Poul Nyrup Rasmussen, Pia Gjellerup, Ole Stavad, Lene Jensen og floksskrivarin. Umframt at viðgera føroysku stórmálini banka- og skuldamálið, so ynsktu donsku umboðini at fáa at vita, hvussu støða okkara var til formansvalið. Vit fingu at vita, at uppskotini vóru tvey. Eitt frá teimum borgarligu og eitt frá vinstraflokkunum.
Vit svaraðu greitt, at vit ikki vildu blanda okkum í hetta innanhysisstríð millum vengrirnar í Fólkatinginum, og tí fóru vit ikki at luttaka í hesi atkvøðugreiðslu.
Sunnukvøldið varð enn einaferð boðað frá, at støða okkara frá tórsdegnum var óbroytt.
Seint sunnukvøldið ringdi so Nyrup, og við skilagóðum argumentum bað hann um, at vit skuldu halda atkvøðugreiðsluna hjá Óla Breckmann neutrala. Vóru viðurskiftini normal millum Føroyar og Danmark og báðar flokkarnar, so var hetta ein rímilig og góð loysn.
Hetta kundi antin gerast við, at hvørgin atkvøddi, ella at báðir atkvøddu fyri hvør sínum uppskoti. Hetta fekk hann tilsøgn um sunnukvøldið við tí vón, at tað fór at verða gjørligt at fáa eisini Óla Breckmann at lata vera við at atkvøða.
Mánadagin viðgjørdu vit málið í tingbólkinum, og var niðurstøðan tann, at vit skuldu halda okkum uttanfyri, tí líkt var til, at Óli Breckmann fór at ganga egnar leiðir, og hann boðaði ikki frá, hvat hann fór at gera fyrr enn tórsrmorgunin 26. mars, sama dag sum formansvalið var.
Mánadag seinnapartin um fýratíðina fekk danski Javnaðarflokkurin enn einaferð boðini um, at vit fóru ikki at atkvøða, tí annars mettu vit, at vit ikki stóðu við lyftið, vit høvdu givið okkara veljarum. Og fyri okkum var tað eingin ivi um, at eitt lyfti til veljaran taldi meira enn ein tilsøgn til Nyrup. Og hvat Óli Breckmann fór at gera, tað kundu vit ikki taka okkum av.
So í minni enn eitt samdøgur kundi Nyrup hava eina vón um eina føroyska javnaðaratkvøðu.
Seint mánakvøldið hevði eg so enn eina samrøðu við Nyrup. Aftur hesa ferðina vóru boðini frá mær greið. Henda samrøða fer ikki at teljast millum tær mest hugnaligu.
Men hóast fundin tórsdagin fyri, so fekk eg aftur fundarboð týsdagin 24. mars, har danskir javnaðarmenn gjørdu enn eina roynd. Men her var einki at gera. Vit fóru ikki at atkvøða, hóast eg persónliga má siga, at eg einki hevði ímóti Birthe Weiss og sjálvandi helst sá ein javnaðarformann, men her taldi okkara vallyftir meira.
Fyrst og fremst vísir henda gongd, at Nyrup altíð hevur hildið seg kunna trýst okkum til tað, sum hann vildi hava. Hann vísti okkum ongantíð respekt fyri okkara støðu.
Hin vegin vóru tað ikki vit, sum forðaðu honum at gera eina avtalu við CD, sum hann hóast alt gav tríggjar nevndarformanssessir m.a. formannin í fíggjarnvendini, og einki fekk í staðin.
Restina av søguni kenna vit øll.
Tað var eitt ótrúligt trýst, men eg hevði til tað síðsta eina vón um, at Óli Breckmann eisini fór at taka eina fyri Føroyar virðiliga loysn, men so var ikki. Hann tók enn einaferð ta løttu loysnina at fara upp í tingbólkin hjá teimum Koservativu. Og sjálvandi gera, sum teir bóðu hann.
Um hetta fer at skaða okkara viðurskiftu við danska Javnaðarflokkin er ilt at meta um, men sæð upp ímóti tí neyðuga í, at danir ikki altíð skulu taka okkum fyri givið og rokna við, at vit gera soleiðis, sum teir vilja hava okkum, so tóku vit røttu loysnina.
Føroyingar og Føroyar hava nú víst, at vit tora at taka avgerðir, at vit tora at standa við okkara avgerðir, og at vit ikki dragna undir trýsti, tvørturímóti.
Hvussu leikur viðari verður á Christiansborg er torført at siga, men tað verður trupult og tungt at varðveita óheftu støðuna, og tað verður trupult at halda seg uttan fyri danskan innanríkispolitikk.
Men eg skal gera mítt besta, og nú vita danir, at hava vit sagt eitt, so gera vit ikki eitt annað.
So enn einaferð mugu vit sanna orðini, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Lat okkum tí her heima standa saman um ein góðan flokk og ein góðan politikk.
29. mars 1998
Jóannes Eidesgaard
floksformaður