Fleiri spurningar skulu svarast, áðrenn løgreglan hevur eina heildarmynd av tí, sum fór fram á Argjum leygarmorgunin.
Fólk í grannalagnum eru avhoyrd, og aðrar kanningar á staðnum eru gjørdar. Men løgreglan manglar framvegis at avhoyra teir tríggjar, ungu menninar, sum vóru í bilinum hesa lagnunáttina. Tað verður ætlandi gjørt í dag.
Hóast greið tekin eru um, at ferðin var nógv, so er ferðin ikki endaliga staðfest enn. Akstovan kannar ymisk viðurskifti, og eisini roknar løgreglan við at fáa eina betri mynd av støðuni, tá menninir í bilinum eru avhoyrdir.
Blóðroynd varð tikin eftir vanlunnuna, men enn er einki svar komið haðani.
Løgreglan hevur enn heldur ikki staðfest, um unga kvinnan sat í trygdarbelti. Fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn løgreglan ger sína niðurstøðu.
Fokusøki
Syrgiliga vanlukkan á Argjum hendir bara tvær vikur eftir ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði, sum kostaði tvey mannalív. Í fjørsummar kostaði ein ferðsluvanlukka í Vágum trý mannalív.
Ræðandi tølini elva til høvuðbrýggj hjá løgregluni.
Tey trý fokusøkini hjá løgregluni eru ferðsla, harðskapur og rúsevni. Síðani í nítiárunum hevur løgreglan havt regluliga undirvísing um ferðslu fyri framhaldsdeildini. Kortini henda vanlukkur.
Sum Sosialurin skilir, verður nú umhugsað, um myndugleikarnir skulu fara undir eitt serligt átak fyri at seta meira fokus á ferðslu og fyribyrgja vanlukkum.