Oscar Pistorius fríkendur fyri morð

Tað hevur vakt miklan ans, at suðurafrikanski rennarin er fríkendur fyri dráp í morgun

 

Kendi suðurafrikanski rennarin, Oscar Pistorius, er akkurát nú fríkendur fyri morð

Hann gjørdust heimskendur, tá ið hann rann kapp í OL, hóast hann hevur mist bæði beinini.

 

Hann varð ákærdur fyri at hava skotið unnustu sína, men hann hevur alla tíðina noktað seg sekan.

Hann sigur, at hann helt, at talan var um innbrot og skeyt í blindum.

Og í morgun er dómarin komin til ta niðurstøðu, at hann skal fríkennast fyri tilætlað morð.

 

Men hann kann framvegis dømast fyri óviljað manndráp og tað kann framvegis kosta honum fleiri ár í geglinum, men hann kann eisini verða fáa ein treytaðan dóm, tað merkir, at hann verður leyslatin undir ávísum treytum.

 

Eygleiðarar á BBC siga nevniliga, at dómarin hevur rættiliga fríar ræsir í slíkum førum, men teir hava annars einki at finnast at í sambandi við grundgevingarnar hjá dómaranum.