Koppsetingarætlanin hjá landsstýrinum hevurt finigð eitt álvarsamt skot fyri bógvin. Jenis av Rana, landsstýrisaður og lækni ætlar ikki at lata seg koppseta.
Løgmaður er ikki fegin og sigur við útvarpið, at hetta skapar órógv, og at hann fer at taka hetta upp í landsstýrinum og fer at boða landsstýrisfólki frá, at hetta skal ikki endurtaka seg.
– Vit hava boðað frá longu frá byrjan, at tað stendur fólki frítt, um tey lata seg koppseta ella lata vera. Men tað er óheppið, tá landsstýrismenn úttala seg um øki, sum teir ikki varða av, sigur løgaður við útvarpið.
Løgmaður leggur tó dent á, at Jens av Rana ikki hevur sagt, hvat onnur skulu gera, men bara gjørt vart við, hvat hann sjálvur ætlar sær at gera.
– Men sjálvandi skapar tað órógv, tí landsstýrisfólk eru altíð landsstýrisfólk, tá tey úttala seg, hóast tey siga, at tey siga bara sína persónligu hugsan.
Løgmaður er í Íslandi, og hevði ikki tosað við Jenis av Rana.
Jenis av Rana segð við Vágaportalin seinnapartin, at hann fer ikki at lata seg koppseta, fyrr enn tað er greitt, um nakrar seinfylgjur eru av koppseting. Hetta váttar landsstýrismaðurin eisini fyri útvarpinum.
Greitt er tí, at landsstýrið ikki stendur saman um koppsetingarætlanina, og at vit øll skulu lata okkum koppseta.