ÓSEMJA: Tjóðveldi rýmir úr samgonguni

Rok er í Tórshavnar býráð. Bara hálvurannar tími var ímillum fráboðanir um, at Marin Katrina varð koyrd úr samgonguni – og boðini frá Tjóðveldi um, at flokkurin rýmir úr samgonguni

Rok er í Tórshavnar býráð. Fyri hálvum øðrum tíma síðani boðaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá, at Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi er koyrd úr samgonuni. Nú sigur Tjóðveldi breiða samstarvinum farvæl.

 

– Uppsøgn av einum av okkara trimum býráðslimun úr breiða samstarvinum er tað sama sum uppsøgn av øllum flokkinum, sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi  í Tórshavnar kommunu.

 

– Breiða samstarvið hevur tikið stigið um uppsøgnina uttan samráðing við okkum, og tí kenna vit øll trý okkum leys av samstarvinum og fara hereftir at taka støðu í nevndum og býráð frá máli til máls, sigur Jógvan Arge.

 

Tjóðveldi hevur frá fyrsta degi havt sína iva um hetta breiða samstarv, men valdi at geva tí ein tjans eftir seinasta val. Síðani hava vit javnan staðfest, at arbeiðslagið hevur ikki verið nóg gott.

 

– Meiriluti í breiða samstarvinum torpederaði eitt nú hjartamál okkara um Musikkskúlan á mentunarøkinum við Norðurlandahúsið, sum eitt einmælt býráð annars hevði samtykt meir enn eina ferð, sigur Jógvan Arge.

 

– Eftir valið seinast stóð okkara hugur til at halda fram ta væleydnaðu samgonguna, sum vit í átta ár høvdu saman við Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin vildi hava bæði sambandsflokk og fólkaflokk upp í eisini. Tað er greitt, at eitt slíkt breitt samstarv, har allar røddir í einum fólkavaldum forum eru í sama potti, darvar opinleikanum og orðaskiftinum í almenna rúminum um átrokandi og týðandi politiskar spurningar, sigur Jógvan Arge.

 

– Tjóðveldi í minniluta fer at leggja doyin á at fremja hendan opinleika og hetta almenna orðaskifti til frama fyri kommunu og borgarar, siga tey trý, sum umboða Tjóðveldi í Tórshavnar býráð, Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam.