Ósemja um Anniku fær Beintu at gevast

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi stillar ikki upp til løgtingsvalið

– Nú nógv verður gitt um, hví eg ikki stilli upp, skal eg koma við einari stuttari viðmerking. Ætlanin hjá mær var at stilla upp, og hesum hevði eg eisini boðað alment frá. Men í ávísum førum kemur tú í støður, har tú eisini mást halda fast um nøkur grundleggjandi prinsipp, ið tú ikki kanst víkja frá. Eina slíka støðu eri eg komin í nú, sigur Beinta Løwe í skrivi, hon hevur sent fjølmiðlum.

Spurd um tað snýr seg um uppstillingina av Anniku Olsen sigur hon bara, at hon hevur onga viðmerking, men in.fo skilir, at tað snýr um uppstillingina av Anniku Olsen á tjóðveldislistanum. Ein avgerð, sum varð tikin á uppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag mánakvøldið.

– Íkomna støðan ger, at eg kenni meg ikki aftur í teimum avgerðum, sum eru tiknar í flokkinum seinastu dagarnar, skrivar hon víðari.

– Leiðslan í flokkinum visti, hvør áskoðan mín var um hetta málið, tí eg kunnaði leiðsluna beinavegin, ið málið tók seg upp. Tí visti leiðslan eisini, at eg ikki fór at stilla uppaftur, um støðan ikki broyttist.

– Um vit politikkarar ikki halda fast um nøkur grundleggjandi prinsipp viðhvørt, so viknar virðingin fyri politisku skipanini.

– Eg harmist, men fari at takka øllum teimum, ið hava valt meg, og teimum, sum hava stuðlað mær, sigur Beinta Løwe í tíðindaskrivinum.