Myndin vísir leivdir av einari av rakettunum, sum varð brúkt í álopinum. Rakettin verður nú kannað av løgregluni. Á síðuni stendur "Fyri okkara børn", skrivað á russiskum og ikki ukrainskum.

Ósemja um hvør átti rakettirnar

- Russiski herurin rakti jarnbreytina. Fólk stóðu og bíðaðu eftir at verða flutt í trygg øki. Tað er soleiðis, Russland "verjir" Donbass, segði Volodomyr Zelenskyj í røðu síni til finska tjóðartingið í dag.

Myndin vísir leivdir av einari av rakettunum, sum varð brúkt í álopinum. Rakettin verður nú kannað av løgregluni. Á síðuni stendur "Fyri okkara børn", skrivað á russiskum og ikki ukrainskum.

Talið av deyðum eftir, at tvær rakettir í morgun raktu eina tokstøð í býnum, Kramatorsk í eystara parti av Ukraina, er nú komið upp á 39, samstundis sum talið av løstaðum er fleiri enn hundrað.

 

Tokstøðin hevur seinastu tíðina verið brúkt sum skjól, og her hava eini 4000 fólk, mest kvinnur, børn og eldri, hildið til, tí tey eru rýmd undan russiskum loftálopum aðrastaðni í økinum.

 

Nú eru ukrainskir og russiskir myndugleikar ósamdir um, hvør skeyt rakettirnar, sum raktu tokstøðina í býnum. 

 

Í russiska verjumálaráðnum siga tey, at rakettirnar, sum vórðu brúktar í álopinum, bara verða brúktar av ukrainska herinum, og tað er tíðindastovan Reuters, sum ber tíðindini frá statsriknu russisku tíðindastovuni, RIA Novosti.

 

Men, ráðgevin hjá forsetanum í Ukraina, Oleksij Arestovitsj, sigur, at tað enn einaferð er Russland, sum hevur gjørt sivilfólk í Ukraina til mál.

 

Sambært Verdens Gang sær rakettin út til at vera av slagnum, Totsjka-U, og hon verður brúkt í einari røð av londum, eisini í Ukraina.

 

- Russland skuldi eftir ætlan sleppa sær av við hesar rakettir til fyrimuns fyri tær meira beinraktu, Iskender-rakettirnar, og hetta skuldi gerast fyri ár 2020.

 

Men, sambært fregnartænastuupplýsingum hevur russiski herurin brúkt meginpartin av teimum nýggjaru rakettunum, sum landið hevur og hevur tískil eisini brúkt av teimum eldru.

 

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, hevur umrøtt álopið á tokstøðina á Telegram.

 

- Russum vantar styrkina og mótið til at møta okkum á hermótinum, og tí gera teir seg inn á sivilfólkið. Hetta er óndskapur uttan mørk. Um hetta ikki verður sektað, steðgar óndskapurin ongantíð, sigur ukrainski forsetin.

 

Í dag hevur forsetin eisini hildið røðu fyri finska ríkisdegnum, og tá nevndi hann álopið á tokstøðina í Kramatorsk.

 

- Russiski herurin rakti jarnbreytina í býnum. Fólk stóðu og bíðaðu eftir at verða flutt í trygg øki. Umleið 30 eru deyð, og 300 eru særd í hesi løtu. Tað er soleiðis, Russland "verjir" Donbass, segði Volodomyr Zelenskyj millum annað í røðuni.

 

##med2##

 

 

 

Myndin vísir leivdir av einari av rakettunum, sum varð brúkt í álopinum. Rakettin verður nú kannað av løgregluni. Á síðuni stendur "Fyri okkara børn", skrivað á russiskum og ikki ukrainskum.

- Hetta er óndskapur uttan mørk, sigur ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj.