Ósemjan verður ikki loyst við trætast

Nú verður ein roynd gjørd at finna semju

Ósemjan um rættin til at ganga í haganum, verður ikki loyst við at trætast. Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri Løgtinginum, á ólavsøku.

Føroyingar hava í nógv áratíggju gingið í haga og fjøllum við virðing fyri seyði og fugla- og djóralívi, og uttan at nakar hevur mótmælt. Men hesi seinastu árini er talið á ferðafólki vaksið munandi, eins og talið á føroyingum, sum leita sær í fjøllini, er økt stórliga.

Tað hevur ført til spenning millum bøndur øðrumegin og meira frítíðarendamál hinumegin. Løgmaður sigur, at lógargrundarlagið, sum hesi viðurskifti eru skipað eftir, er ikki nøktandi, eitt nú landbúnaðarlóggávan, sum í høvuðsheitum er frá 1937. Av góðum av góðum orsøkum hevur ikki verið hugsað um ferðafólk og frítíðarnýtslu av náttúruni.

Løgmaður sigur, at tann ógreiða støðan, sum valdar í løtuni, gongur ikki í longdini og hon er við til at geva Føroyum ringt umdømi sum ferðavinnuland. Uttan úr heimi koma greiðar og negativar viðmerkingar um høgu prísirnar, sum skulu rindast bara fyri at ganga til ávís støð - uttan at nøkur tænastuveiting er knýtt at gjaldinum.

Sama hvørja støðu vit hava til spurningin um gongd í haga, mugu vit ásanna, at málið verður ikki loyst við at trætast um, hvussu galdandi lóggáva skal tulkast, heldur løgmaður. Hann sigur, at tað er neyðugt við nýggjari lóg, sum skipar viðurskiftini á ein hátt, sum - umframt náttúruatlit øðrumegin - tryggjar støðugar karmar um ta ferðavinnuna, sum løgtingið hevur samtykt, at vit skulu menna. Men hinumegin má lógin eisini hava neyðug fyrilit fyri landbúnaðinum, lokalum vinnumøguleikum.

Báður á Steig Nielsen sigur, at landsstýrismaðurin í búnaðarmálum hevur tikið stig til at fáa umboð fyri bæði ferðavinnu og landbúnað at gera eina roynd at finna semju, sum skipar viðurskiftini á ein hátt, sum allir partar kunnu liva við. Eydnast tann tilgongdin, verður lógaruppskot lagt fyri løgtingið í heyst, sigur løgmaður.