Oskarsson á ákærubeinkin

Føroya Fiskimannafelag kærir formannin Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, fyri leiklut hansara á ráðstevnu um blokkin, sum Norðuratlantsbólkurin hevur skipað fyri. Hermann tekur tað púra róligt, tí hann metir seg ikki hava gjørt nakað skeivt

Hann hevur rættiliga verið í andglettinum seinastu vikurnar. Hermann Oskarsson, formaðurin í Búskaparráðnum. Í fleiri lesarabrøvum hevur hann verður skýrdur fyri at renna politisk ørindi fyri Tjóðveldisflokkin.
Seinasta skotið eftir Hermanni eigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, sum vegna fakfelagið ynskir eina kanning av leiklutinum hjá Hermanni Oskarsyni í samband við luttøkuna á fundinum hjá Norðuratlantsbólkinum um blokkstuðulin á Fólkatingi.
Í eini kæru til Jóannes Eidesgaard, løgmann, og Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, harmast Føroya Fiskimannafelag um útsagnirnar hjá Hermanni Oskarssyni og formanninum í fíggjarnevndini í Fólkatinginum, Kristian Thulesen Dahl, um skattafrádráttin hjá føroyskum og sjó- og fiskimonnum.

Inn á sjálvræðið
Kæran hjá Føroya Fiskimannafelagi snýr seg í stuttum um, at Hermann Oskarsson verður mettur at vera upprunin og orsøkin til ágangin frá dønum ímóti føroyskum fiskimonnum. Í blaðgrein í Berlingske Tidende hevur Hermann sagt, at hann heldur ikki tað vera rætt, at føroyingar halda á við at veita fiskimonnunum ein skattafrádrátt á 15 %.
Útsagnirnar hjá Hermanni fingu formannin í donsku fíggjarnevndini, Kristian Thulesen Dahl, at rakna við og krevja, at danski blokkstuðulin skuldi endurmetast, tí tað kundi ikki verða rætt, at ein ávísur bólkur slapp at skúma róman av danska blokkstuðulinum.
    Føroya Fiskimannafelag metir útsagnirnar hjá Hermanni at vera einsháttaðar og ein vanvirðing av føroysku fiskimonnunum.
At danir ætla at blanda seg upp í eitt málsøki, sum føroyingar hava fullan ræðisrætt yvir, heldur Fiskimannafelagið er ein álvarsom hóttan móti føroyska sjálvræðnum.
- Vit meta tað at vera sera álvarsligt, at ein týðandi almennur embætismaður alment á ein slíkan hátt beitir danskar leiðandi politikkarar eftir okkum við slíkum hóttanum, tá embætismaðurin ikki sjálvur fær føroyskar myndugleikar at "makka rætt". Vit meta tað at vera sera ivasamt, um ein slík mannagongd kann vera innanfyri hansara heimildir sum formaður í Búskaparráðnum, stendur skriva í kæruni hjá Fiskimannafelagnum.

Róligur
-Eg havi ikki tikið alt so nær fyrr, men seinastu vikurnar havi eg verið stoyttur av teimum ákærum, ið hava verið ímóti mær, sigur høvuðspersónurin sjálvur.
    Hermann Oskarsson sigur seg kortini ikki bera stórvegis ótta fyri eini møguligari kanning av sínum leikluti á fundinum um blokkstuðulin. Hann metir seg ikki hava gjørt annað enn sína skyldu at greiða frá føroyska tjóðarbúskapinum.
    -Talan var um ein reint fakligan fyrilestur, sum ikki tók nøkur politisk fyrilit. Eg haldi meg ikki hava gjørt nakað skeivt, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.
    Hann greiðir frá, at tað altíð er uppgávan hjá Búskaparráðnum at vera í andstøðu og vera kritiskur móti búskaparliga politikkinum hjá sitandi samgonguni. At ymisk floksumboð og fakfeløg finnast at honum og politikkinum hjá Búskaparráðnum er ein einføld orsøk.
    -Her er talan um ávísar áhugabólkar sum vilja verja nøkur ávís áhugamál, og tað eru vit bert noydd at taka við, sigur hann

Betri tíð
Tá vit hittu løgmann, Jóannes Eidesgaard, á orði fyrrapartin mánamorgunin, hevði hann júst lisið ákæruna frá Fiskimannafelagnum.
    -Eg og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mugu tosa nærri saman, áðrenn eg kann siga ítøkiligt um málið. Einasta, eg kann siga nú, er at vit taka kæruna í størstum álvara, og saman við Bárði og okkara embætisfólki fara vit at viðgera kæruna, áðrenn ein endaliga niðurstøða verður gjørd, sigur løgmaður í stuttari viðmerking.