Osmund keypt forn hús

Eitt felag hjá Osmundi Justinussen hevur keypt 134 ára gomlu friðaðu húsini hjá Elspulenu á Krákusteini, og tey skulu brúkast til móttøkuhús hjá Skansi Offshore í Havn

Elsebeth Helene Sørensen búði alt sítt lív í húsunum, sum foreldrini bygdu á Krákusteini í Havn.
Hon hevði ætlað at skriva húsini til Forngripafelagið, men tað var ongantíð gjørt.
Tá ið hon so doyði í 1964, keypti felagið húsini frá búnum.
Hesi friðaðu húsini, sum vórðu bygd í 1878, vóru so serstøk,og í Føroya Forngripafelag høvdu tey ein dreym um, at húsini skuldu nýtast sum býarsavn.
Tankin um býarsavn hevur fleiri ferðir verið uppi og vent, men nú er langt síðan, og í fjør ásannaði felagið, at einki var at gera.
Skriv varð tí sent kommununi, sum fekk húsini bjóðað fyri eina ávísa upphædd, men kommunan hevði ongan áhuga í gomlu húsunum á Krákusteini.
Tá i felagið frætti, at felagið hjá Osmundi Justinussen fór at ríva eini hús niður á Krákusteini í Havn fyri at byggja nýtt, spurdi felagið Osmund Johannesen, um hann ikki hevði hug at keypa húsini hjá Elspulenu á Krákusteini, tí hann hevði áður víst sín stóra áhugað fyri tí forna.
Húsini hava staðið tóm, síðan Elspulena á Krákusteini doyði í 1964.
Sjálvt um Føroya Forngripafelag hevur pjøssað eitt sindur upp á húsini, eru tey nokkso forfallin, men rot er ikki í teimum.

Varðveita húsini
Av tí at húsini eru friðað, er avmarkað, hvat kann gerast við húsini, men Osmund Justinussen hevur fingið loyvi til at bjálva á loftinum.
Annars verða húsini varðveitt, sum tey standa.
Streymur og sentralhiti hava ongantíð verið í húsunum. Bara kalt vatn. Har vóru og eru lampur, grúgva í køkinum, og bileggarovnur í stovuni.
Gomlu stólarnir og borðið eru framvegis til eins og ymisk búnýti.
Osmund Justinussen sigur, at arbeiðið við at gera húsini í stand er byrjað, men tað verður ikki liðugt beinanvegin. Hampast skal eisini uttan um húsini, og garðarnir laðast uppaftur. Arbeiðið við at drenað er byrjað.
- Eg havi stóran áhuga fyri slíkum gomlum, sigur Osmund Justinussen, sum ikki leggur í at upplýsa, hvat húsini hava kostað, tá ið alt er gjørt.
Fornu húsini skulu brúkast til móttøkuhús hjá Skansin Offshore.

Sjáldsom kona
Elspulena á Krákusteini var abbasystir Søren Christiansen í Havn.
Hann minnist væl abbasystrina, sum hann sum smádrongur vitjaði dagliga. Hann minnist hana bara sum elligamla, men hon hevur kanska ikki verið so gomul kortini.
- Eg minnist, at í kjallaranum stóð ein kvørn. Har var bukka, og hon hevði landtunnu, tí hon taðaði rabarburnar við landi.
Søren Christiansen sigur, at abbasystirin var sera hittinorðað og dugdi væl at taka til.
- Hon livdi í einum heilt øðrum tíðaranda enn onnur. Hon var kongatrúgv og trúgvur kirkjugangari.
Áðrenn hon doyði tók hon eið av Doktar Poulsen, at hon vildi áralatast, tá ið hon doyði, tí hon vildi ikki uppliva kanska at vakna upp aftur í kistuni.
Dr. Poulsen helt orð.
Tá ið hon var deyð, varð hon borin úr heiminum yvir í kirkjuna, minnist Søren Christiansen.
Sum ung arbeiddi hon í fiski Yviri við Strond. Seinni var hon á Fornminnissavninum og vísti vitjandi runt.