Ótrúliga harmiligt at tað skuldi enda soleiðis
Í Vágs Býráð standa tey spyrjandi, nú eftirskúlin, sum semja var um at byggja í Hvalba, brádliga er fluttur á Tvøroyri, uttan orð ella eið
- Tað var ótrúliga harmiligt, at hetta skuldi enda soleiðis.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, undrast á mannagongdina, nú ein ætlan er komin undan kavi um at byggja nýggjan eftirskúla á Drelnesi.
Annars varð ein ætlan løgd fram fyri nøkrum árum síðani um at byggja eina eftirskúla í Hvalba.
Hetta var ein ætlan, allar kommunurnar í Suðuroy tóku undir við.
Men fyri einum ári síðani kom ein ætlan brádliga undir kavi um at byggja eftirskúlan á Drelnesi ístaðin.
Hesar seinastu dagarnar hevur ætlanin fingið eitt sindur av umrøðu, og á fundi í kvøld umrøddi eisini Vágs Býráð ætlanina.
Har staðfesti Dennis Holm, at Vágs býráð er ikki kunnað yvirhøvur um nakra ætlan um at flyta eftirskúlan.
Hann sigur, at tað einasta, Vágs Býráð hevur samtykt um eftirskúlan, var fyri fimm, seks árum síðani, tá ið allar kommunurnar tóku undir við at byggja eftirskúla í Hvalba.
Men síðani staðfesti Helena Dam á Neystabø, sum tá var landsstýriskvinna í mentamálum, at landið hevði ikki ráð at byggja nakran eftirskúla og tí bað hon kommunurnar finna onkran bygning, sum kundi verða tikin til eftirskúla.
Borgarstjórarnir endurtóku samtyktina um at byggja eftirskúlan í Hvalba, men samdist samstundis um at geva kommununum høvi til at bjóða seg fram at hýsa einum eftirskúla í onkrum bygningi, sum var til taks.
Í hesum sambandi vórðu tveir bygningar bjóðaðir fram, skúlin í Sumba og skúlin í Trongisvági.
Dennis Holm sigur, at síðani hava kommunurnar hvørki hoyrt orð ella eið um eftirskúlan, fyrrenn ætlanin um at byggja hann á Drelnesi, brádliga kom undan kavi í fjør.
Hann sigur, at hetta er ikki ein avgerð, Vágs býráð er kunnað um yvirhøvur. Sosttatt hevur Vágs Býráð ikki verið við í málsviðgerðini, og enn minni í avgerðini.
Hann heldur, at tað er ótrúliga harmiligt og løgið, at málið skuldi enda soleiðis, at eftirskúlanevndin bara hevur flutt skúlan av sínum eintingum, uttan at viðgera tað saman við kommunurnar.
Og hann heldur, at hetta er arbeiða aftanfyri ryggin á teimum, sum annars hava staðið saman um at byggja skúlan í Hvalba.
- Eg skilji ikki, hví spurningurin um at flyta eftirskúlan á Drelnes, ikki er tikin upp við kommunurnar, sum higartil hava tær staðið saman um ein eftirskúla í Hvalba.
Borgarstjórin leggur afturat, at Vágs Býráð hevur í hvussu so er ikki givið eftirskúlanevndini heimild til at flyta skúlan.
- Vit hava samtykt at skúlin skal vera í Hvalba. Og bar tað ikki til, skuldi kommunur fáa høvi at bjóða bygningar fram, har ein eftirskúli kundi verið, og so kundi eftirskúlanevndin finna tann best hóskandi bygningin.
Úrslitið av umrøðini í Vágs Býráð í kvøld, var, at býráðið samtykti einmælt um at halda fast um upprunaligu samtyktina um at skúlin skal vera í Hvalba.
Og ber tað ikki til, skulu kommunurnar fáa høvi til at bjóða onkran bygning fram, sum er tøkur, og kann verða tikin til eftirskúla.
Hvørja støðu, kommunurnar hava til eftirskúlan, fær avgerandi týdning fyri ætlanina, tí tær skulu fíggja ein fittan part av honum.