Virkandi landslæknin sigur tað vera sera lítið sannlíkt, at eitt meslingaútbrot skuldi hent í Føroyum. Til tess er koppsetingin í Føroyum ov umfatandi, sigur Arne Schel Thomsen, virkandi landslækni.
Eingin á skrivstovuni hjá Landslæknanum minnist, nær meslingar seinast vóru skrásettir í Føroyum, men tað eru mong ár síðani, sigur virkandi landslækni í Føroyum, Arne Schel Thomsen.
- Tað er heilt vist, at í løtuni hava vit ikki meslingar í Føroyum, sigur hann.
Landslæknin greiðir frá, at koppseting móti meslingum verður gjørd við MFR-koppsetingini, ið verður givin børnum, tá tey eru 15 mánaðir, og tá tey eru 4 ára gomul. Fyrr fingu børn seinni ífylluna, tá tey vóru 12 ára gomul, men tá HPV-koppsetingin varð tikin í nýtslu, var seinna MFR-koppsetingin flutt til fýra ára aldur.
Arne Schel Thomsen greiðir frá, at í Danmark eru regluliga útbrot av meslingum, orsaka av, at danir ikki megna at koppseta síni børn nóg væl.
- Her í Føroyum verður koppsetingarætlanin fylgd nógv betri og tættari, og tískil eru Føroyar og føroyingar so gott sum fullkomiliga koppsettir móti meslingum, sigur virkandi landslæknin, ið sigur seg hava varhugan av, at allir føroyingar koppseta síni børn. Hann minnir á, at vanliga verður sagt, at um 95 prosent av nýggjum árgangum verða koppsettir, verður tað roknað sum, at allir íbúgvarnir eru koppsettir.
Umfatandi koppsetingin í Føroyum merkir, at hóast sjúkan skuldi funnið sína leið til Føroya, so hevði talan ikki verið um eitt stórt útbrot, sum vit síggja í øðrum londum í løtuni.
- Sjúkan hevði havt sera avmarkaðan møguleika at spreiða seg, tí øll runt um hana eru longu koppsett móti henni ella hava havt sjúkuna longu, sigur hann.
Les restina av samrøðuni við landslæknan og meiri um meslingaútbrotini á evropeiska meginlandinum í dagsins blað.