Out night í Sirkus

Á skránni hesa ferð er VJ'ing við føroysku Ditte M. Joensen og Bárði Eklund, ið saman kalla seg Video Junkies. Umframt Ditte og Bárð kemur føroyski plátuvendarin Beetelgeuse at diska við hópin av góðum og peppaðum tónleiki.

Væl umtókta Out Night hjá LGBT Føroyar er aftur á skránni. Eins og áður er høvi hjá samkyndum, tvíkyndum, transpersónum og hinskyndum at hittast til eitt stak hugnaligt kvøld saman við vinum, kenningum og familju. Øll, uttan mun til kynsliga orientering, eru sjálvsagt vælkomin.

 

 

 

HVAT ER VJ'ING?

Hugtakið VJ er stytting fyri Visual Jockey, ið minnir nógv um ein plátuvendara, sum flestu okkara kenna. Hóast tað, so er ein ávísur munur. Meðan plátuvendarin krevur av tær, at tú nýtir oyruni, so krevur ein VJ, at tú nýtir bæði hoyrn og sjón. Ein VJ er stórt sæð eitt slag av listafólki, ið nýtir eina bræðing av tónleiki og myndum at draga áskoðaran inn í eitt spektrum, sum onkursvegna spælir við fleiri sansir samstundis.

 

Out Night í Sirkus mikudagin tann 28. septembur kl. 20.00.

Ókeypis atgongd .