Ov lítið av laksarogni

Fiskaaling hevur ov lítið av laksarogni, tá eftirspurningurin bara økist. Fyrst í 90-árunum hevur Fiskaaling latið 2000 litrar av rogni til alarar, men síðan 1995 hevur verið brúk fyri knøppum 4000 litrum til samlaða marknaðin

Tað hevur ikki verið so lætt at fingið nágreiniliga at vita, hvussu stórur tørvur er á at fáa laksarogn til føroysku alivinnuna, men sambært stjóranum á Fiskaaling, Símun Joensen, so er rognamarknaðurin øktur rættiliga nógv, og ikki hevur verið lætt heldur at fingið lívfisk.

Fiskaaling hevur selt einar 1800-2000 lívfiskar árliga til føroyskar alarar, og hevur síðan í 1990 latið um 2000 litrar í laksarogni umframt, men síðan 1995 hevur eftirspurningurin svingað millum 2500-4000 litrar, tí eftirspurningurin er bara øktur so nógv. Alibrúkini eru vorðin størri og keypa tí meiri rogn.


Óviðkomandi

Vit royndu eisini at fáa eina viðmerkign til støðuna frá øðrum alara, sum letur laksarogn, men viðkomandi alari metti ikki, at almenningurin hevði stórt brúk fyri at fáa at vita, hvussu hesin parturin av alivinnuni hevði tað. Tað svingar alla tíðina millum ov lítið og ov nógv, metti hesin alari í fáum orðum.

Og áðrenn blaðið fór til prentingar var ikki gjørligt at fáa nakað at vita frá onkrum alara á sjónum, hvat teir siga til støðuna, men tað kanska verður í næsta blað.