Tað var ein hugalig løta, tá nýggi filmurin hjá Kringvarpinum "Fimm dagar fyri valdið" slapp at fylla stóra løriftið í Norðurlandahúsinum í heilar 100 minuttir í gjárkvøldið. Hugaligt, tí her fingu nøkur av okkara dugnaligu fjølmiðlafólkum fyri einaferð skyld høvi til at vísa, hvat tað kann føra til, tá tey av álvara sleppa at brúka tíð uppá tað, tey duga best.
Tekniskt er filmurin framúr væl gjørdur. Kínt er fyri hvørjum smáluti líka frá val av tónleiki til seinastu klipping á ein hátt, so søgan á løriftinum mest sum fortelur seg sjálva. Sum áskoðari kennir tú teg í óvanliga góðum hondum og lítur á, at her kann onki ganga galið.
Bragd
Og tað ger tað heldur ikki tekniskt sæð. Tvørturímóti má tað sigast at vera eitt bragd at gera eina so hendingarfátæka søgu so spennandi, at tú ongantíð byrjar at keða teg. Sjálvt ein so harmleys løta, sum ein valfundur á Kambsdali fæst at tykjast heilt dramatisk í krossklippingini millum Høgna Hoydal, sum bíðar eftir løgmanni, ið er ov seinur og situr og bannar í bilinum, sum koyrir skjótari og skjótari á veg til Kambsdal. Bert fyri at nevna eitt dømi.
Eisini eydnast tað sera væl at dosera stuttligu løturnar í filminum á ein hátt, so tær ongantíð gerast plattar ella pínligar. Her verður ongin hongdur út, hóast eg hevði varhuga av, at møguleikin var til staðar meir enn eina ferð
Í staðin fáa vit eitt forkunnugt innlit í, hvussu ymiskir teir báðir høvuðspersónarnir eru av lyndi. Jóannes Eidesgaard, meir og meir samanbitin eftirhondini, sum veljarakanningarnar gerast daprari og daprari, og Høgni Hoydal, sum hugsunarsamur stúrir fyri føroysku framtíðini, um vit fáa fýra ár afturat við eini ABC samgongu.
Tankavekjandi er tað tó, at tað ikki er upptøkutólið, sum "flugan á vegginum" ið manir fram nakrar av mest áhugaverdu løtunum í filminum. Heldur eru løturnar, tá teir báðir høvuðspersónarnir vísa mest av sær sjálvum, væl lagdar til rættis og kundu eins væl verið partur av einum vanligum, men góðum, portretti.
Í einum av hesum brotum grunar Høgni Hoydal sjálvrannsakandi yvir, at hann dugir ov illa at handfara konfliktir við seg sjálvan, at hann hevur lyndi til at avbyrgja seg á sínum kontóri heldur enn at fara út millum fólk, og at hann ofta kennir álitið á seg sum eitt stórt tryst. Í sínum lagi situr Jóannes Eidesgaard hinvegin og stúrir fyri, hvussu hann skal handfara støðuna, tá hann kanska verður skúgvaður til viks í føroyskum politikki og næstan beiskur minnir á, at hann hevur ofrað alt sítt borgarliga lív fyri politikkin.
Ikki nóg gátuførir
So áhugaverd hesi brotini enn eru, so eru tey ikki úrslit av tveimum politikarum, sum í eini kroystari støðu avdúka meir av sær sjálvum, enn teir høvdu ætlað. Og kanska er tað nettupp trupulleikin hjá filminum, at har í veruleikanum ikki er so nógv at avdúka.
Endamálið við "Fimm dagar fyri valdið" er at geva áskoðaranum eina aðra mynd av hesum báðum politikararnum, enn hana, vit vanliga síggja. Um hetta skal eydnast, treytar tað sjálvandi, at áskoðarin gongur við eini kenslu av, at okkurt (nógv?) er fjalt fyri honum. Og tað ivist eg í, um føroyski áskoðarin ger. Til tað er frástøðan millum vanlig fólk og føroyskar politikarar ov lítil. Til tað, er tað ivasamt, um føroyskir politikarar eru nóg gátuførir.
Hinvegin trúgvi eg, at tað kom óvart á áskoðaran at síggja, hvussu illa tvey politisk floksapparat virka. Her var upptøkutólið stillisliga náðileyst í mátanum tað avdúkaði, at stórur partur av politisku strategiini var latin til tilvildina, at ikki ein tann einasti professionelli ráðgevin ella spindoktarin var uppi í politiska leikinum - heldur ikki til allarseinast, har tað í staðin var kona løgmann, Anita, ið kom við góðum ráðum.