Í tíðindaskrivi í dag førir Føroya Arbeiðsgevarafelag fram, at atgongdin til útlendska arbeiðsmegi kann skipast enn betur.
- Fyritøkur eiga altíð at fáa fatur á arbeiðsmegi, og tað eigur ongantíð at vera ein forðing fyri at virka í Føroyum at mangla starvsfólk.
Í 2014 varð markið fyri, nær byggivinnan kann innflyta útlendska arbeiðsmegi, broytt soleiðis, at um arbeiðsloysið er minni enn 6 %, kunnu fyritøkur í byggivinnuni seta arbeiðsmegi úr ES í starv eftir lagaligari umsitingarligum mannagongdum enn annars. Nú arbeiðsloysið er niðanfyri 3,5 % er handa skipan galdandi fyri allan arbeiðsmarknaðin.
- Hetta er eitt stig á rættari leið. Lagaliga mannagongdin hevur við sær, at treytirnar, sum vinnan virkar undir, eru nakað betri. Hetta er tó ikki nóg mikið til at halda, at alt er í fínasta lagi. So skjótt arbeiðsloysi er omanfyri 3,5 % (6 % fyri byggivinnuna) verður aftur næstan ógjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin. Harafturat er skipanin bert galdandi fyri ES-borgarar, og tað kann í fleiri førum vera ein avmarking, skrivar felagið í tíðindabrævi.
Hartil verður staðfest, at inntøkuskatturin í Føroyum er ein forðing fyri at fáa nóg nógv av arbeiðsmegi.
- Kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt, vísir, at føroysku fyritøkurnar eru kappingarførar, tá tað kemur til løn, men kemur til kort við skattamuninum.
- Skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða í Føroyum mugu verða javnsett við skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Tískil er tørvur á, at endurskoða allar tær skipanir, sum geva føroyskum arbeiðstakarum fyrimun, um tey velja at arbeiða uttanlands.
- Um vit hyggja nøkur ár fram, so verða handaligir førleikar og tekniskir førleikar alsamt ein meira eftirspurd vøra, og munandi fleiri fara at starvast innan hesi øki. Tí er tað umráðandi, at føroyska samfelagið sum heild stendur seg í kappingini um arbeiðsmegina, og tískil má kappingin um arbeiðsmegina við onnur lond javnstillast, skrivar altso Føroya Arbeiðsgevarafelag.