Óvanliga nógv kort givin

Ongantíð áður hava so nógv gul kort verið givin í føroyskum fótbólti sum í hesum kappingarárinum

Kappingaráirð, ið júst er liðugt, hevur verið eitt av teimum villaru, um man skal meta tað útfrá teimum kortunum, ið eru givin.

 

Bert einaferð áður í føroyskum fótbólti, eru fleiri sektarstig givin enn í ár. Tað var í 2006, tá leikararnir fingu kort fyri 650 sektarstig. Munurin í ár var heilt lítil, tí endaliga talið kom heilt upp á 647 sektarstig.

 

 

Tó eigur árið í ár eitt met, við tað at tað ongantíð áður eru komin fleiri gul kort í einum kappingarárið enn í ár. Í ár vóru givin 545 gul kort, sum er 21 fleiri enn í 2012, tá tað vóru givin 524 gul kort. Í 2006 vóru to givin nógv fleiri reyð kort enn nakað annað ár.

 

Liðið, sum fekk flest sektarstig, vóru niðurflytararnir úr FC Suðuroy, sum fingu heili 82 sektarstig. Á øðrum plássið kom TB við 80 sektarstigum.

 

Høgni Madsen var tann leikarin, ið fekk flest sektarstig í Effo-deildini. Hann fekk samanlagt 10 gul kort og 2 reyð kort, sum gevur 16 sektarstig. Í hølunum á honum vóru tríggir leikarar, ið allir fingu 11 sektarstig. Teir vóru Árni Fredriksberg úr NSÍ, Jógvan Rói Davidsen úr HB og Martin Tausen úr TB.

 

Hinir niðurflytarnir, EB/Streymur, vóru tað liði, ið skikkaði sær best. Teir fingu samanlagt 56 sektarstig.

 

 

Yvirlit yvir kort í Effo-deildini 2015 sambært faroesoccer.com

B36: 55 gul – 3 reyð = 64 sektarstig 

NSÍ: 51 gul – 3 reyð = 60 sektarstig

Víkingur: 47 gul – 3 reyð = 56 sektarstig

HB: 54 gul – 4 reyð = 66 sektarstig

KÍ: 53 gul – 2 reyð = 59 sektarstig

ÍF: 50 gul – 4 reyð = 62 sektarstig

TB: 59 gul – 7 reyð = 80 sektarstig

AB: 56 gul – 2 reyð = 62 sektarstig

FC Suðuroy: 64 gul – 6 reyð = 82 sektarstig (Mest sektarstig)

EB/Streymur: 56 gul – 0 reyð = 56 sektarstig (Minst sektarstig)

 

 

Kort givin síðani 2005, tá vit fyri fyrstu ferð fóru yvir at spæla 27 umfør í bestu føroysku deildini sambært faroesoccer.com:

2015: 545 gul – 34 reyð = 647 sektarstig

2014: 477 gul – 22 reyð = 543 sektarstig

2013: 460 gul – 33 reyð = 559 sektarstig

2012: 524 gul – 35 reyð = 629 sektarstig

2011: 493 gul – 33 reyð = 592 sektarstig

2010: 463 gul – 27 reyð = 544 sektarstig

2009: 458 gul – 36 reyð = 566 sektarstig

2008: 461 gul – 28 reyð = 545 sektarstig

2007: 492 gul – 37 reyð = 603 sektarstig

2006: 509 gul – 47 reyð = 650 sektarstig (Met í Føroyum)

2005: 497 gul – 25 reyð = 572 sektarstig