Ellivu ára gamla Tórun K. Vilhelm í Vági fekk í gjárkvøldið eina øðrvísi uppliving, tá ein spøk kráka setti seg á arm hennara.
Tórun kom í gjárkvøldið framvið einum træ, har nakrar krákur sótu. Tann eina krákan tóktist ikki leggja stórvegis í, um Tórun nærkaðist. Heldur hinvegin. Krákan hevði onki ímóti hesum.
Tórun, ið hevur fuglar heima við hús, hevur fyri kortum nevnt heima, at stuttligt hevði verið at havt ein størri fugl.
Tórun royndi tí at geva sær góðar stundir, og brátt setti vinarliga krákan seg á arm hennara.
Tórun hevði ikki langan veg til hús, og tí fór hon til hús við krákuni sitandi á arminum.
Heima spákaði krákan ymsastaðni, millum annað á búrinum hjá smærru fuglunum, ið Tórun eigur heima. Smærru fuglarnir vóru sjálvsagt heldur kløkkir. Men eisini gekk krákan millum annað á høvdunum hjá húsfólkunum, og hetta gekk alt fyri seg í friði og uttan størri hóvasták.
Tórun fór seinni í gjárkvøldið útaftur við spøku krákuni, og slepti henni, har tær báðar hittust fyrr á kvøldi.
Heima hjá Tórun K. Vilhelm rokna tey við, at onkur hevur havt krákuna heima, og tí er hon so spøk.
MYND; Tórun K. Vilhelm við krákuni á arminum
(Mynd: Dagfinn Olsen)