Tað staðfestir Joseph S. Blatter, forseti í FIFA, í brævi til Tórshavnar kommunu um jólini, veit heimasíðani hjá kommununi, torshavn.fo, at siga.
Góðkenningin, sum fyrstu ferð varð latin Tórshavnar kommunu í fjør, er galdandi eitt ár í senn.
Í fyrsta loyvisumfarinum hava HB, B36 og NSÍ nýtt altjóða møguleikan á Ovara vølli í Havn.
Nýggja góðkenningin førir við sær at til og við 30. november 2009 kunnu altjóða dystir leikast á graslíkisvøllinum í Havn.
FIFA góðkenningin setir samstundis Tórshavnar kommunu krøv at røkja vøllin væl, skal hann framhaldandi vera í fremstu røð, tá umræður altjóða fótbóltsdystir. Hvørt ár metir FIFA um støðuna.
Ovari vøllur í Gundadali í Havn er einasti graslíkisvøllur í Føroyum, sum lýkur krøvini hjá FIFA.