Seinastu árini hevur verið greitt, at neyðugt hevur verið við nýggjum graslíki á ovara vølli í Gundadali. Vøllurin verður sera nógv nýttur, og av tí sama bleiv graslíkið slitið somikið nógv upp, at vøllurin fyri nøkrum árum síðani misti sína góðkenning at hýsa evropeiskum dystum.
Arbeiðið við at skifta vøllin út byrjaði 9. juli og í dag, 27. juli, er graslíkið klárt at spæla fótbólt á. Vit hava tosað við Jákup Simonsen, ið er mentamálaleiðari hjá Tórshavnar Kommunu.
- Arbeiðið við at skifta graslíkið byrjaði eitt sindur seinni enn ætlað, tí at vit ætlaðu, at feløgini skuldu sleppa at venja á vøllinum eitt sindur fyrr, enn tey sleppa nú. Millum annað varð arbeiðið seinkað ein og ein hálvan dag orsakað av regni. Annars hevur arbeiðið gingið skjótt og væl, meðan arbeitt hevur verið.
Jákup upplýsir eisini, at klokkan 11.30 verður ein samkoma á vøllinum, har allir formenninir úr føroysku feløgunum hittast at síggja nýggja graslíkið. Harafturat verður Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, og Jákup Simonsen sjálvur á staðnum.
Fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum verður spældur longu í morgin, tá ið B36 tekur ímóti ÍF. Sostatt fær B36 bert eina venjing á sínum nýggja graslíki (hon verður í dag), áðrenn liðið skal í eldin at spæla dyst í Effodeildini.