Ovastevna: Dreymurin um svimjihyl meira ella minni sleptur

Ann-Mari av Skarði er formaður í ovastevnunevndini, sum telur fimm fólk, og sum nú á triðja árið skipar fyri stevnuni.

 

- Høvðusendamálið við stevnuni er at fáa eina rúgvu av fólki til Nólsoyar. Vit vilja vísa, hvussu stuttligt og hugnaligt tað er í Nólsoy, sigur Ann-Mari av Skarði. Tí bjóða vit øllum føroyingum til Nólsoyar á ovastevnu í vikuskiftinum. Endamálið við stevnuni er ikki longur at savna pening til svimjihyl. Tí hava øll tiltøkini á seinastu stevnunum mestsum verið ókeypis, sigur hon.

 

 

- Í nógv ár varð endamálið við ovastevnuni at savna pening til svimjihyl í bygdini, sigur Ann-Mari av Skarði. Tað var eitt stórt ynski, sum lokala hetjan Ovi Joensen, sáli, hevði. Nógvur peningur bleiv savnaður saman og byrjað varð at byggja. Uppgávan bleiv tíverri alt ov møtumikil, og stevnurnar góvu lítið fíggjarligt yvirskot, so steðgur kom í arbeiðið. Nú fleiri ár seinni eru flestu nólsoyingar komnir til tað niðurstøðu, at svimjihylur í bygdini helst ikki verður veruleiki. Vit eru ov fá fólk og grundarlag er ikki fyri svimjihyli, samstundis sum orka ikki er at savna pening, sigur Ann-Mari av Skarði.

 

 

Hóast dreymurin og ætlanin um svimjihylin meira ella minni er slept, vilja nólsoyingar framhaldandi heiðra Ova og hansara bragd og halda ovastevnu, sigur Ann-Mari av Skarði. Samstundis styrkir tað samanhaldið í bygdini at skipa fyri einum so stórum tiltakið.

 

 

- Tað eru einans gott 200 fastbúgvandi fólk í Nólsoy og mestsum øll – ung sum gomul – taka eina hond í í fyrireikingunum á ein ella annan hátt. Dagarnir eftir ólavsøku er rokan um alla bygdina og øll gera sítt til, at bygdin tekur seg út á bestan hátt, sigur Ann-Mari av Skarði.

 

 

- Vit vóna, at nógv fólk koma til Nólsoyar í vikuskiftinum. Vit hava lagt okkum eftir at seta eina skrá saman, sum hevur okkurt til øll, leggur Ann-Mari av Skarði aftrat.