Á hvørjum ári veiða skip nógv meiri rækjur í grønlendskum sjógvi, enn vísindin heldur vera ráðiligt. Grønlandsposturin skrivar, at grønlendsku rækjuskipini fiska munandi meiri, enn fiskifrøðingarnir hava mælt til, og tað hevur sambært blaðnum havt við sær, at rækjustovnurin gerst minni og minni, sum árini ganga.
Grønlandsposturin skrivar, at í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2008 vat tilmælið hjá fiskifrøðingunum, at veiðan mátti ikki fara upp um 630.000 tons.
Kortini fór veiðan upp um 760.000 tons ella 21 prosent oman fyri tilmælið frá vísindini, skrivar blaðið.