Óvist nær tað ber til at bíleggja á internetinum

Tað er serliga ein trupulleiki, sum er ringur at loysa

Enn er óvist nær tað ber til at bíleggja ferðaseðil internetinum til Smyril. Tá ið Herjólfur avloysti Smyril herfyri, bar til at bíleggja ferðaseðil á telduni og ætlanin var, at tann skipanin skuldi halda fram tá ið Smyril kom aftur. Men tað var av ongum og tískil er alt við tað gamla.

 

Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at arbeitt verður við málinum, men hann fær einki sagt um, nær tað verður veruleiki. Hann sigur, at tann stóri trupulleikin er, at tað er ov lítið pláss á ferjuleguni í Havn og á Krambatanga.

 

Har er nevniliga ikki nokk av plássi til at teir bilarnar, sum hava bílagt pláss frammanundan, so at teir kunnu vera skrássettir. Tað, sum ger tað serliga tvørligt, er, at tað skal ganga skjótt fyri seg, tí ofta er bara ein hálvur tími ímillum at Smyril leggur at, til hann skal avstað aftur.

 

Hann sigur, at arbeitt verður við at finna eina loysn og hann væntar eisini, at ein loysn verður funnin, enn er bara óvist, hvussu ferjulegurnar kunnu skipast. Annars er ætlanin at skipa allar ruturnar soleiðis, at tað skal bera til at bíleggja ferðaseðil á internetinum.