Ung í arbeiði
Rógvi Nybo
Áhugin hjá ungum eftir at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu í summarferiuni er stórur. Fríggjadagin 5. juni var freistin at skriva seg upp farin, og tá samanum kom, høvdu ikki færri enn 529 ungfólk úr allari kommununi skrivað seg upp.
Hetta er munandi meira enn í fjør, tá tað vóru 392 ungfólk, ið skrivaðu seg upp til arbeiði í summarferiuni. Men tað vóru heldur ikki øll, ið fingu arbeiði í fjør. Gott og væl 200 ung fingu bjóðað arbeiði í fjør, og Linda Petersen, samskipari av Ung í Arbeiði hjá Tórshavnar kommunu, væntar at talið verður umleið tað sama í ár.
Øll vinna
Ung í Arbeiði er eitt átak, har kommunan bjóðar ungdóminum mat gera fyrifallandi arbeiði í summarfrítíðini. Í Tórshavnar kommunu er tilboðið galdandi fyri tey, ið eru millum 14 og 16 ár.
- Vanliga er tað arbeiði so sum at lúka, rudda, mála, gera gøtur, antin nýggjar ella viðlíkahald av verandi, og annars at fríðka um í kommununi. Tey læra jú eisini um at arbeiða, og yvirhøvur tað, at fara upp til arbeiðis. Tey sleppa undan at sita heima, og eg haldi at øll vinna við hesum. Bæði tey ungu, foreldrini og kommunan, sigur Linda Petersen, samskipari av Ung í Arbeiði.
Men tað er ikki einans tey ungu, sum vinna sær hýru og royndir, foreldrini, ið sleppa undan at hava tey sitandi heima alla summarferiuna, og kommunan, ið fær ymiskt arbeiði gjørt, ið vinna við hesum.
- Vit hava eisini gjørt tað møguligt hjá borgarum at koma við uppskotum um arbeiði á kommunalum øki, sum tey ungu kunnu taka sær av. Ofta vita borgararnir í nærumhvørvinum best, hvat tørvur er á, og nú hava teir møguleikan at vísa á hetta, greiðir Linda Petersen frá.
Avgerðin fellur um eina viku
Nú er freistin at skráseta seg farin, og 529 hava søkt. Men tað verða ikki øll, ið fáa arbeiði, tí tað ikki letur seg gera. Men avgerðin um, hvør sleppur at arbeiða, verður tikin av eini teldu, ið verður sett at draga nøvnini tilvildarliga úr tilmeldingarlistanum.
Hvørt umsøkjarin var fyrstur ella síðstur at skráseta seg, hevur ongan týdning fyri hvør fær tillutað pláss. Teldan velur tilvildarliga millum allar luttakarar, og verður lutfallið eins fyri gentur og dreingir og fyri allar aldursbólkar.
Drigið verður komandi mánadag, tann 15. juni, og tá verður kunngjørt, hvør sleppur at arbeiða.
Í 2009 verður arbeitt í vikunum 27, 28, 29 og 30. Tað er tíðarskeiðið frá 29. juni til 24. juli.