Michael Owen fekk góða byrjan í Manchester United troyggjuni. United er á ferð í fjareystri, og í gjár spældu ensku meistararnir ímóti Malaysia.
Í fyrra hálvleiki skoraðu Rooney og Nani, men í seinna hálvleiki svaraði Malaysia aftur við tveimum málum.
Tá hálvur tími var eftir at spæla kom Michael Owen á vøllin, og tá fimm minuttir vóru eftir, var hann á rætta staðnum og skoraði til 3-2 til United.