Hendan vælsignaða løtan vardi bert eina stokkuta stund, so var friðurin úti, tí nú er tað tíverri vorðið heilt vanligt, at skjótt gangandi bátar við buldur og brak fresa runt Nólsoynna við ferðafólki, sum hava avsett 5 minuttir í skránni til at uppliva føroyska fuglameingin.
Í hølunum á teimum koma so vatnskutararnir og hinir stuttleikabátarnir.
Hetta var ein av mongum túrum kring oynna í summar, sum hvørja ferð hava tað við sær, at lundarnir verða hjartkiptir og ræðsluslignir flúgva út frá landi – ja, sjálvt tann gamli nátin rýmdi við!
Bæði lundin og gamli nátin hava tað trupult í hesum døgum, so hesir rasaratúrarnir, sum bert er ein stokkutur løtuvinningur hjá tí, ið førir bátin, eru sum steinur oman á byrðu, sum fær trúfasta búfuglin at rýma úr berginum.
Í dag er vestursíðan av Nólsoynni oyðin, so er einki mark fyri, hvat fuglaplássini skulu finna seg í frá hesum “fremmandafólki”, sum bert hugsa um løtuvinningin?
Mann hevur frætt, at í grannalondum okkara eru bátarnir “plomberaðir” og at ávís mørk eru sett fyri, hvussu nær, lov er sigla undir fuglabølunum!
Er tað ikki upp á tíðina, at vit vakna og eisini gera heilt greiðar reglur fyri, hvussu nær ferðafólkabátar skulu kunna sigla framvið føroysku fuglabølunum – ella skulu vit bara sita hendur í favn og bíða eftir, at øll tey føroysku fuglabølini fara at líkjast Vestmannabjørgunum?
Havandi í huga hesar bátar, ið ferð aftan á ferð koma framvið teimum somu bølunum – enntá ofta fleiri ferðir um dagin, skuldu teimum verið álagt at verið í minsta lagið 2 míl úr landi. Og ikki skuldi verið loyvt at siglt skjótari enn 6 knob, tá fjarstøðan úr landi er millum 2 og 4 míl.
Lundastovnurin í Nólsoy hevur verið í støðugari afturgongd seinastu árini, so nólsoyingar hava sum eina roynd tikið stig til at friða Urðina í 2 ár fyri fyrst. Men friðingin gagnar ongum, um ferðavinnan kann hóreiggja sær, sum hon vil, bert fyri ein løtuvinning.
Tað kann ikki verða rætt, at ferðavinnustovurnar gera alt fyri at vísa fremmandamanninum okkara búfugl sum til dømis tann fitta lundan, og so einki sum helst gera fyri at stuðla undir, at hann ikki doyr út og hvørvur, eins og gorfuglurin í Íslandi.
Og hvussu við nátanum? Honum tørvar so sanniliga eisini eina hjálpandi hond, tí har gongur bara afturá!
Tá eg var barn, hevði mangan verið svangligt, høvdu vit ikki havt gamla nátan sum eitt álit, tað er heilt víst!
Eg mann ikki verða tann einasti bygdamaðurin, ið øtist inn á mannagongdina, so...
Álvaratos!
Er tað ikki upp á tíðina, at Samvit og allir hinir frøðingarnir í Havn rakna við, og koma við einum dygdargóðum uppskoti til at verja tann føroyska fuglameingin, so vit úti á smáplassunum eisini í framtíðini kunnu fáa eitt kók?
Tað kann ómøguliga verða rætt, at fólk frá teimum størru bygdunum skulu kunna misbrúka náttúruna, sum teimum hóvar, tá tað passar teimum, uttan at taka nakað atlit!
Um ikki okkurt verður gjørt beinanvegin, og mann bara letur standa til, er ivasamt, um míni abbabørn sleppa at seta tennirnar í ein feitan nátaunga, tá tey verða vaksin – tí tá verður eingin eftir!