Oyggjaleiðir missa túrar

Skulu Strandfaraskip Landsins halda seg innanfyri karmin sum fíggjarlógin leggur upp til, so missa nógvar oyggjaleiðir túrar komandi ár. Suðuroyingar missa 4 túrar av 34 um veturin, men onki um summarið, sandoyingar missa 14 túrar av 122 alt árið, kalsoyingar missa 8 túrar av 92, nólsoyingar missa 8 túrar av 92 og øll skulu gjalda ein fjórðing afturat fyri at koma í ymisku oyggjarnar.

Hetta leggja Strandfaraskip Landsins upp til í teirra hoyringssvari til fíggjarlógaruppskotið 2010, har Strandferðslan greiðir frá, hvussu hon kann gera fyri at liva upp til treytirnar, sum eru álagdar av landsstýrinum.

Til samans verður í 2010 álagt Strandfaraskipum Landsins at spara umleið 13 milliónir krónur, tí samlaða játtanin hjá Strandferðsluni er skorin við 700.000 krónum, samstundis, sum tænastan til ávísar leiðir skal økjast.

Tænasturnar, sum skulu økjast eru at bilferja skal sigla til Nólsoyar, umframt at Svínoyar‐ og Fugloyarleiðin skal hava eina betri tænastu.

Hyggur Strandferðslan at oljuprísum, so var í 2009 mett við 50 oyrum ov lítið fyri liturin, so tað í veruleikanum vóru 5 milliónir krónur at nýta.

Afturat øllum hesum koma lønarframskrivingar á meira enn eina millión krónur.

Út frá hesum heldur Strandferðslan, at besta loysnin er at minka minst nýttu túrarnar á oyggjaleiðum og at hækka prísirnar har, sum tó ikki fara upp um kostnaðin, sum hann var í 2007, tá prísurin varð settur niður.