Oyggjaleikir: - Kundi verið stuttligari

Soleiðis tekur Súsanna Skylv Sørensen til um 60 kilometra súkklingina í dag. Hon endaði á níggjunda plássi, men var bara tvey sekund frá nummar gullvinnaranum.

Súsanna Skylv var einsamallur føroyingur, og hon var tann einasta, sum ongan liðfelag hevði í feltinum, tá 60 km súkklingin hjá kvinnum var á Oyggjaleikunum í Bermuda í dag. Hetta er fyrstu ferð, at Súsanna roynir seg í líknandi kapping.

    

- Eg eri væl nøgd. Hetta er fyrstu ferð, eg royni meg í slíkari súkkling, og tað er eitt øðrvísi spæl, enn eg eri von við, sigur Súsanna.

 

Fyrstu løtuna hugnaði føroyski súkklarin sær óført.

 

- Teir fystu fimm umgangirnir vóru pissifeitir at koyra. Har hendi nógv í feltinum, og fleiri royndu at rykkja og fara frá hinum, men ongin slapp leysur, greiðir Súsanna frá í hitanum í Bermuda.

Súsanna var alla tíðina ein partur av fremsta bólkinum, men ásannar, at feltið ikki arbeiddi til hennara fyrimun.

 

- Eg royndi allatíð at liggja framvið í oddinum og fara avstað, um onkur fór, men tað var, sum um at feltið vildi ikki arbeiða, so bólkurin fylgdist allan vegin. Serliga seinasta umgangin fór ferðin í botn, og tað var, sum um øll bíðaðu eftir sprintinum, og tað ætlaði eg ikki skuldi henda. Eg eri ikki ein góður sprintari, men tað gerst ikki við, sigur Súsann Skylv Sørensen, sum trillaði á mál sum nummar níggju, við in.fo.

 

Súkklað var á einum áleið 10 kilometra longum teini, sum bjóðaði upp á nógvar lítlar brekkur og fleiri sving, har tað var torført at síggja, hvat hendi frammanfyri.

 

- Eg haldi at teinurin var spennandi, og tað voru nógv støð, har tú kundi rykkja, men tað bleiv bara ikki so stuttligt, sum eg kundi hugsað mær, sigur Súsanna, sum saknaði onkran, ið hevði hug at stinga av frá feltinum, so tað ikki endaði við sprinti um málstrikuna.

 

Sólin bakaði niður á súkklararnar, sum máttu drekka vatn sum ongantíð fyrr, men tað dámdi bara Súsonnu væl.

 

- Eg føldi eitt sindur til tað í høvdinum í fjórða umgangi, men so var bara at drekka nokk av vatni. Mær dámar annars væl at súkkla í hita, vóru seinastu orðini frá Súsonnu Skylv Sørensen.

 

Vinnari gjørdist Nicole Mitchell, og nummar tvey bleiv Karen Bordage, báðar úr Bermuda.

 

Úrslit:

1.     Nicole Mitchell (Bermuda) 2(Tímar):08(Min):19.161(Sek)

2.     Karen Bordage (Bermuda) 2:08:19.211

3.     Ann Bowditch (Guernsey) 2:08:19.600

4.     Natalie Arrowsmith (Isle of Man) 2:08:19.691

5.     Susan Townsend (Jersey) 2:08:20.412

6.     Kimberley Ashton (Jersey) 2:08:20.552

7.     Christine Mclean (Shetland Islands) 2:08:21.172

8.     Karina Bowie (Guernsey) 2:08:21.672

9.     Súsanna Skylv Sørensen (Faroe Islands) 2:08:22.787

10. Marina Bleasdale (Guernsey)  2:08:27.673