OYL 23: Oyggjaleikirnir á Guernsey vera teir størstu nakrantíð

Tað vera omanfyri 2.500 íðkarar á oyggjaleikunum hesaferð

Í morgin klokkan 18 vera oyggjaleikirnir settir á Sea Front økinum í høvuðsstaðnum á Guernsey, Saint Peter Port. Hetta er triðu ferð, at oyggjaleikirnir eru á Guernsey. Einki annað oyggjaleikaland hevur nakrantíð verið vertur fyri leikunum tríggjar ferðir. Fyrstu ferð Guernsey hýsti leikunum var í 1987. Aðru ferð Guernsey hýsti leikunum var í 2003.

 

Tað verður sagt í oyggjaleikahøpi, at tá leikirnir eru á einari oyggj sum liggur sentralt í Evropa eru væl fleiri ítróttarfólk til leikirnar. Liggur vertstjóðin ov langt norðuri ella ov langt suðuri fellir talið av ítróttarfólki. Tá Jersey hýsti oyggjaleikunum í 2015 tóku 2.430 ítróttarfólk lut, ið tá var met. Nú kunnu grannarnir hjá Jersey, ið elska at kappast við Jersey, Guernsey framyvir reypa av, at tey koma at eiga tað metið. Ofta eru tað eisini Jersey, Guernsey og Oyggin Man, ið kappast um at vera mest vinnandi oyggjalandið.

 

Fyrireikarnir av oyggjaleikunum hesaferð siga í viðtalu við BBC Guernsey, at omanfyri 2.500 ítróttarfólk fara at taka lut á leikunum hesaferð.

 

Næstminsta luttakaratalið var í 1989 tá leikirnir vóru í Føroyum. Tá tóku 800 ítróttarfólk lut á leikunum, og tá var sagt, at langa ferðin til Føroya og kostnaðurin av tí forðaði fyri einum hægri luttakaratali. Tað eru bara teir fyrstu oyggjaleikirnir á Oynni Man í 1985, ið hava havt eitt lægri tal av luttakarum. Í 1985 kappaðust 700 ítróttarfólk á oyggjaleikunum. Í 2025 vera oyggjaleikirnir á Orknoyggjunum, og tá er sannlíkt, at talið av ítróttarfólkum verður væl lægri enn hesaferð.