OYL 23: Tveir granittbeinkir til minnis um ein oyggjaleika-undangongumann

Owen Le Vallee doyði fyrr í ár 95 ára gamal. Hann átti sín stóra lut í, at oyggjaleikirnir gjørdust veruleiki. Á Guernsey æra tey minni hansara á ein serligan hátt

Owen Le Vallee doyði 3. januar í ár, 95 ára gamal

Í enskum máli verður tosað um "The Founding Fathers" - teir sum vóru grundararnir. 

 

Millum The Founding Fathers, tá tað kemur til oyggjaleikasamstarvið er okkara egni John Kjær, ið saman við konuni, Bente tók nógv tøk í pioner-tíðini í 1980-unum fyri at fáa oyggjaleikirnar at fungera. 

 

Ein av hesum grundarunum var Owen Le Vallee úr Guernsey, ið doyði 3. januar í ár. Owen La Vallee var ein av stovnarunum av altjóða oyggjaleikafelagsskapinum, og hann fekk oyggjaleikirnar til Guernsey í 1987, tvey ár aftaná fyrstu leikirnar á Oynni Man. 

 

Owen La Vallee gjørdi eitt stórt ósjálvssøkið arbeiðið fyri ítróttina á Guernsey, og fyri oyggjaleikirnar. Hann var av røttum ein av heiðurslimunum í altjóða oyggjaleikafelagsskapinum.

 

Á Guernsey hava tey valt at heiðra Owen La Vallee á ein serligan hátt. Framleiddir eru tveir granittbeinkir, ið eisini skulu vera eitt minnið um oyggjaleikirnar sum eru á Guernsey í hesum døgum.

 

##med2##

 

Tað er Mark Cook sum hevur sniðgivið beinkirnar. Hann hevur funnið íblástur frá teimum olympisku leikunum, ið vóru fyrst í 20. øld. 

 

Níggju ítróttargreinir eru ristar við gulli í benkurnar. Á beinkinum sæst eisini flaggið hjá Guernsey sum eitt minnið um oyggjaleikirnar, ið eru í hesum døgum. 

 

Owen Le Vallee doyði 3. januar í ár, 95 ára gamal