OYL: Fremsti tennisspælarin hjá Guernsey kappast í Wimbledon

Heather Watson úr Guernsey hevur júst kappast í heimsins fremstu tenniskapping, Wimbledon

Mynd: Getty Images

Kvinnurnar sum skulu kappast til tenniskappingarnar á oyggjaleikunum á Guernsey kunnu anda lættan, at Heather Watson úr Guernsey ikki tekur lut á oyggjaleikunum.

 

Heather Watson hevur júst kappast í heimsins fremstu tenniskapping, Wimbledon.

 

Í fyrsta umfarinum í prestisjufullu tenniskappingini mátti Heather Watson í einmansleiki lúta fyri Barboru Krejcikova, ið er styrkismett sum nummar 10.

 

Heather Watson tapti dystin 0-2 við settúrslitunum 2-6, 5-7. Í seinna settinum fekk hon givið Barboru Krejcikova ein skarpan gang. 

 

Men Heather Watson verður ikki at síggja á tennisvøllinum á oyggjaleikunum.

 

Tær sum manna kvinnulandsliðið hjá Guernsey í tennis á oyggjaleikunum eru Jo Dyer, Lauren Barker, Lauren Watson-Steele, Lauren Coutanche og Jenny Hutchins.

 

Mynd: Getty Images