OYL: Vann silvur á oyggjaleikunum í 2023 - Hesaferð vann Maria gull

Maria Biskopstø hevur vunnið gull í 400 metrar rimarenning

Savnsmynd frá 2023: Frælsur Ítróttur Føroya

Á oyggjaleikunum í 2023 á Guernsey vann Maria Biskopstø silvur á 400 metrum rimarenning. 

 

Í dag hevur Maria gjørt tað eitt betur, og hevur tryggjað sær gullheiðursmerkið á sama teini. 

 

Maria vann við tíðini 1:01.87. Nummar tvey var Dorsey Hodgson úr Guernsey við tíðini 1:03.27.'

 

HER er tíðirnar hjá fimm teimum fremstu íðkarunum:

 

##med2##

 

Savnsmynd frá 2023: Frælsur Ítróttur Føroya