Fyri meira enn hálvum ári síðani kunngjørdi danska kongahúsið, at Hansara Hátign Fríðrikur krúnprinsur og Mary Elisabeth Donaldson skuldu giftast tann 14. mai 2004.
Tá segði 87 ára gamla Fía í Hvannasundi, at hon so ikki fór at gera døgurða tann dagin, tí tá skuldi hon hyggja at sjónvarpinum.
Fía hevur altíð verið sera áhugað í danska kongaríkinum. Hon heldur Billedbladet, tí har ber væl til at fylgja við teimum kongaligu.
? Tey bæði eru so einastandandi fitt. Hann er so menniskjasligur, og hon er sera djørv, tað má eg siga, heldur Fía fyri, meðan sjónvarpið hoyrist í bakgrundini.
Fía sigur eisini, at hon hámetur tey fyri at halda alt strevið út hesa seinastu vikuna.
? Tey hava havt eitt tógvið strev hesa vikuna, og eg má siga, at tað er ótrúligt, at tey hava hildið hetta út, heldur Fía.
Góður kongur
Fía heldur nógv av Fríðriki og Mary. Tað hoyrist á henni, meðan hon tosar um tey. Hon heldur, at Mary fer at verða ein góð prinsessa og seinni drotning. Tað er hon ikki í iva um.
? Å, nú eru tey bæði á skíggjanum, sært tú, sigur hon mitt í tí heila.
Hon byrjar at tosa um, hvat fyri eginleikar Fríðrikur hevur. Hóast hon ongantíð hevur hitt hann, so tosar hon um hann, sum um hon hevur kent hann alt lívið.
? Hann er so menniskjasligur og fittur. Júst sum eitt vanligt fólk, sigur Fía og leggur afturat, at um ein hyggur at Joakim prinsi, so er hann kanska meiri kongaligur í sínum atburði og framferðarhátti enn bróðurin.
? Ikki tí, hann er eisni stak fittur, sigur hon. Og heldur hon, at nevniliga tað, at Fríðrikur er so menniskjasligur fer at gera, at hann verður ein sera góður kongur.
Fía hugdi at brúdleypinum saman við systur sínari, og sótu tær allan dagin og fylgdu við.