Fyrrverandi stjórin í Landsverki, Oyvindur Brimnes, hevur nú fingið nýtt starv og er vorðin tekniskur leiðari hjá Runavíkar kommunu. Tað tók ikki langa tíð hjá Oyvindi Brimnes at finna sær eitt nýtt starv, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, gjørdi av at siga honum úr starvi sum stjóra á Landsverki.
Runavíkar býráð samtykti á fundi hin 22. desember 2010 at seta Oyvind í starv sum nýggjan tekniskan leiðara hjá kommununi.
Oyvindur Brimnes er 46 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur nógvar og fjølbroyttar arbeiðsroyndir.
Hann byrjar í starvinum hjá Runavíkar kommunu hin 1. januar 2011.