Ozzy best í farna ári

Gamlaárskvøld vóru 15 tær bestu í 2003 gjørdar upp í Útvarpinum. Ovast á tónatindinum í fjør gjørdist ein gomul rotta úr útlondum, og so mátti ein forelskaður sjónleikari víkja

Ozzy Osbourne hevur verið virkin á altjóða rockpallinum í fleiri ártíggjund, men framvegis hevur hann tokka millum føroyingar. Í øllum førum var tað ein sangur hjá honum, sum var ovast á tindinum, tá ið 15 tær bestu fyri 2003 vóru gjørdar upp.
Sangurin Dreamer, sum onga aðrastaðni stóð seg væl, var í fleiri mánaðir á 15 teimum bestu, og fleiri av vikunum var hann ovarlaga.
Sangurin Forelskaður Sjónleikari, sum seinastu mánaðirnar hevur verið heitasti sangurin á 15 teimum bestu, mátti taka til takkar við næstfremsta plássinum.