Fiskivinna
Seinastu árini hevur felagið, P/F Eysturoy á Toftum, keypt tríggjar línubátar. Av hesum varð seinasti báturin, sum var Morgunstjørnan, keyptur um ársskiftið.
Felagið keypti fyrst Eysturoying og síðan Sigmund fyri stívliga tveimum árum síðan.
Tað er Jóhannes Olsen, sum eigur 2/3 í felagnum, P/F Eysturoy, meðan P/F Snodd eigur seinasta triðingin.
Á skrivstovuni hjá P/F Eysturoy, sum leigar hølir í bygninginum hjá P/F Snodd, eru reiðarin sjálvur og Sanna Solmunde, skrivstovukvinna.
Jóhannes tekur sær av søluni av fiskinum, sum línuskipini veiða, og í hesum sambandi hevur hann neyvt samstarv við Fiskamarknað Føroya.
P/F Snodd hevur eisini havt landing, skiljing og pakking av fiski í bygninginum á havnalagnum, men í dag er tað felagið, Sp/f Rainbow Seafood, ið leigar høli og maskinur til skiljing og pakking av fiski, sum felagið keypir.
Gongur hampiligt
Jóhannes Olsen sigur, at raksturin hjá línuskipunum hevur gingið hampiliga væl, og hann sigur seg trúgva upp á, at henda vinna eigur eina framtíð.
- Vit leggja okkum eftir at hava so góðan fisk sum gjørligt, og tað gevur ein betri prís á marknaðinum.
Umborð á hvørjum av línubátunum hjá felagnum eru 14 mans.
- Vit hava bert hesar tríggjar manningarnar, men tað er vanligt, at einir 2-3 mans eru tøkir til avloysing til hvørt av hesum skipum, soleiðis at fasta manningin fær frítúrar eftir tørvi, sigur hann.
Sosialurin fer seinni í vikuni at skifta orð við Jóhannes Olsen um aðrar ætlanir, sum felagið hevur.