På Færøerne, hvor jeg boede engang

ARNE WINTHEREIG, Sambandsmaður
----


Ein av størstu av­bjóð­ing­un­um, okk­ara sam­fe­lag stendur framm­anfyri, er, hvussu vit fáa fólkavøkstur aftur í Føroyum. Hvørt ár fara væl omanfyri túsund ung fólk uttanlands at nema sær víðari lestur. Hetta eru ungdómar, sum eftir ætlan skulu koma heim­aftur at skapa virðir fyri Føroyar, fyri fólkini, ið búgva her og ikki minst fyri kom­andi ættarlið.
Hyggja vit eftir, hvat varð sagt undan valinum, og hvat vit nú hava fingið, so er torført at síggja, hvussu samanhangurin er ímillum at fáa fólk heimaftur, og hvat, politiska skipanin legg­ur upp til, skal fáa tey heimaftur. Hvønn dag leggja politikarar størri skuld­arbyrðar á komandi ættarlið uttan at vísa vilja at finna loysnir til, hvussu hetta skal fíggjast.
Ongantíð hevur tað verið minni attraktivt hjá ung­dómum at flyta heimaftur til Føroyar. Tað er ábyrgdin hjá politikarunum at gera sam­felagið attraktivt at koma heimaftur til og ikki hvørjum einstøkum sær. Vit hava tørv á einum effek­tivum vinnulívi, sum er nýhugsandi og gevur av­kast. Karmarnir, sum skapa eitt effektivt vinnulív, sum er nýhugsandi, eru ikki til staðar. Eingin vilji er at seta nakrar treytir til vinnulívið um effektivitet. Eingin áhugi er at menna lestrarumhvørvið í Føroy­um, soleiðis at ungdómar kunnu nema sær útbúgving í Føroyum og harvið skapa tað nýhugsandi vinnulívið.
Støðan er ikki serliga tor­før at lýsa. Undan valin­um vildu allir flokkar ar­beiða fyri at fáa fólk heim­aftur og at betra lestrar­um­hvørvið. Nú, eftir valið, er ikki politiskur vilji at fremja nakað av hesum. Heldur skulu vit økja um hallið á fíggj­ar­lógini við einum skatta­­lætta á hundrað­tals milliónir, sum eftir­komarar, ella tann mál­bólkurin, ið ætlanin var at fáa heimaftur, skulu rinda fyri. Eingin vilji er at fáa inntøkur frá tilfeinginum.
Makrelfiskiskapurin, sum vit kenna hann í dag, er nakað heilt nýtt. Bert í fjør høvdu føroyingar so stórt makreltilfeingi, sum vit mest sannlíkt eisini fara at hava í ár. Tískil kunnu grundgevingar, sum stórar íløgur, ikki rættvísgera eina stóra ókeypis kvotu frá landsstýrinum. Tí hesar íløgur eiga ikki at verða bygdar á ein fiskiskap, sum bert hevur verið í tvey ár. Sannleikin er tann, at fyri at vit skulu hava tað vælferðarsamfelagið, sum vit kenna í dag, í framtíðini, má tilfeingisvinnan eisini verða við til at fíggja kostn­aðin av hesum og tað í nógv størri mun, enn vit síggja tað í dag. Eg hugsi ikki um, at knokkroyta reiðaríini, so tað ikki er teimum lív lagað, men at hesi rinda eitt gjald til landskassan afturfyri at sleppa at fiska. Her verður meint øll fiskasløg, einki undantikið.
Við at innføra slíkar skip­anir vilja vit fáa tær bestu fyritøkurnar at út­vega okkara tilfeingi úr havin­um. Harvið er størri møguleiki fyri, at vit fáa vinnurelateraða gransking, sum sostatt gevur grundarlag fyri at fáa væl útbúgvin fólk heimaftur.
Hetta vil siga, at allir flokkar í Løgtinginum mugu taka ábyrgd fyri at skapa karmar fyri teimum, sum skulu skapa virðir í framtíðini. Lat okkum gera okkara samfelag til eitt samfelag, har útbúgvin fólk vilja koma at arbeiða og skapa nýhugsan og ikki minst effektivitet.