Pól bíðar eftir uppflytingini

1. deild í Íslandi: Uppflytingarveitlsan hjá Váli er útsett í eina viku, men lítil ivi tykist vera um, at uppflytingin gerst veruleiki komandi vikuskifti

Ein av mest trúføstu stuðlunum hjá Allani Simonsen hevur tey seinnu árini verið Pól Thorsteinsson. Í ár hevur einki verið at hoyrt til hansara í landsliðshøpi. Eftir samanbrestin við Patrick Berger og reyða kortið í Prag í oktober í fjør setti UEFA Pól í skammikrók. Fyrsta partin av banninum bar Pól, tá Slovenia var á Svangaskarði. Tveir partar eru eftir. Tá ferðin til Sveis og Jugoslavia verður av um ein mánað, verður Pól Thorsteinsson aftur tøkur á landsliðnum. Eftir dystin ímóti Danmark ásannaði Allan Simonsen, at hann bíðar eftir at fáa Pól aftur á landsliðið.

Bíðitíðina eftir altjóða fótbólti hevur Pól Thorsteinsson brúkt væøl og virðiliga í Íslandi. Hann spælir við Váli, sum í fjør fyri fyrstu ferð nakrantíð flutti niður í næstbestu deildina, og sum í ár hevur stríðst fyri at vinna sessin í bestu deildini aftur.

FH av Hafnafirði er ovast í næstbestu deildini. Válur skal spæla ímóti teimum komandi vikuskifti, men tað er longu frammanundan greitt, at FH vinnur næstbestu deildina og flytir upp.

Válur kundi havt tryggjað sær uppflyting fríggjakvøldið. Tá spældu teir ímóti KA av Akureyri. Eftir fyrra umfarið sá alt ljóst út hjá Póli og teimum. Válur var frammanfyri 2?0, men í 2. hálvleiki kiksaði alt hjá teimum. KA skoraði trý mál, og harvið varð uppflytingarveitlsan hjá Váli útsett. KA kann røkka sama stigatalið sum Válur, men reykjavíkarfelagið hevur so mikið nógv betri málmun, at í veruleikanum ber tað ikki til hjá KA at røkka Váli.

Orsøkin til at tað hilnaðist so illa hjá Váli var, at teir eftir tíggju minuttir í 2. hálvleiki mistu ein mann. Málverjin var eitt sindur ótryggur, og so gekk skjótt skeiva vegin.

Pól Thorsteinsson hevur ikki gjørt sær fyri skommum í Váli. Hann hevur sum tann einasti spælt allar dystirnar á tamb, og hann hevur bara fingið eitt gult kort.

Um eina viku verður Pól fyri hesa ferð leysur av íslendskum fótbólti.