Tað eydnaðist ikki hjá Pál Joensen at røkka heiðursmerkjapallinum, tá ið finalan í 1500 metra frísvimjing var á skránni í EM kappingini í Stettin í Pólandi seinnapartin í dag.
Pál endaði á fjórða plássi í finaluni, og samantalt rakk hetta til fimta plássið. Tað komst av, at Mateusz Sawrymowicz úr Pólandi vann b-finaluna fyrrapartin við betri tíð, enn danski Mads Glæsnier, sum var bestur í finaluni seinnapartin ídag.
Frammanundan varð roknað við, at tað var neyðugt hjá Pál Joensen at røkka eini endatíð, sum lá millum 14.20 og 14.30, um hann skuldi hava møguleika at enda á heiðursmerkjapallinum. Tann rokningin vísti seg at vera røtt, tí vinnaratíðin var 14.29.88. Silvurtíðin hjá Mads Glæsner, sum rættuliga er komin fyri seg aftur, eftir at hann í eina tíð hevur verið í aldudali, var 14.29.88. Bronsukrónuna vann Sergiy Frolov úr Ukreina við 14.35.33.
At tað var rættuliga tætt millum Pál og teir báðar, sum vóru frammanfyri hann, staðfesta tíðirnar. Italski Rocco Potenza var nummar fýra við 14.36.31, og tíðin hjá Pál Joensen á fimta plássið var 14.37.83 ella 8.02 sekund frá vinnaratíðini.
Sum tað varð spátt frammanundan, so legði Pál Joensen bragdliga fyri. Hann var fremstur knappliga helmingin av 1500 metra teininum. So streyk Mads Glæsner fram um, og tá vísti tað seg, at tveir aftrat høvdu meiri orku enn føroyingurin.
Eldhugaðu heimaáskoðararnir fegnaðust stórliga, tá ið tað vísti seg, at teirra maður, Mateusz Sawrymowicz, var tann, sum hevði svomið teinin skjótast av øllum.
Pál Joensen og Jón Bjarnason, venjari hansara, fyrireika seg nú at fara til USA, har Pál í næstu viku verður á europeiska liðnum, sum skal stríðast ímóti amerikonskum svimjarum.