Pól er noyddur at bíða uppaftur longri

Jens Kristian Hansen er sjeyndi landsliðsspælarin, sum hevur fingið reyða kortið, og tað er sera rár hending, at tað í einum og sama dysti er neyðugt at skifta liðformann tvær ferðir

Tað tykist koma alt oftari fyri, at føroyskir landsliðsspælarar verða riknir av vøllinum. Ivaleyst kunnu vit meta fyri og ímóti, um tað er tí at føroyingarnir eru vornir meiri óstortligir á vøllinum, ella um tað eru reglurnar og dómararnir, sum eru vorðin meiri erkvisin.

Men undir øllum umstøðum er tað ein veruleiki, at tað er vorðið alt styttri ímillum reyðu kortini.

Jens Kristian Hansen sá reytt í síðsta minuttinum undan kærkomnu hvíldini í Zürich. Liðformaðurin var sjeyndi landsliðsspælarin, sum sá reytt. Hinir eru Allan Mørkøre (ímóti Norðurírlandi 11. oktober 1991), Tummas Eli Hansen (ímóti Finnlandi 16. november 1994), Jan Dam (ímóti Malta 8. juni 1997), Jens Martin Knudsen (ímóti Estlandi 4. juni í 1998, John Petersen (ímóti Íslandi 18. august í 1999), og Pól Thorsteinsson (ímóti Kekkia 9. oktober 1999).

Tað er ikki nakað hugaligt met, men tað er ein veruleiki, at Tummas Eli og Jens Kristian Hansen eru fyrstu brøðurnir, sum báðir hava roynt at verið riknir av vøllinum í altjóða skrásettum landsdysti fyri Føroyar!


Pól má bíða

Í síðsta dystinum í fjør ? tað var niðri í Kekkia ? fekk Pól Thorsteinsson reytt kort, tí dómarin metti, at hann hevði hevnt seg inn á Patrick Berger. Kekkin fekk leikbann í tveimum dystum, og Pól Thorsteinsson varð settur í skammikrók í tríggjar HM undankappingardystir.

Sambært skránni skuldi Pól Thorsteinsson verið leysur av leikbanninum, tá dysturin í Beograd hevði verið liðugt leiktur í annaðkvøld. Nú verður eingin dystur í Jugoslavia í annaðkvøld. Tað vil við øðrum orðum siga, at Pól Thorsteinsson sleppur ikki upp í part, tá landsliðið 24. mars fer at spæla undankappingardyst í Luksemburg. 28. mars er undankappingardystur á skránni í Moskva, og tá verður Pól Thorsteinsson tøkur.

Leikbannið hjá Jens Kristiani Hansen verður neyvan so langt, sum tað hjá Póli Thorsteisson hevur verið. Ivaleyst verður liðformaðurin bara leikbannaður í Luksemburg. Verður okkara meting veruleiki, og um Allan Simonsen ynskir at hava bæði Pól og Jens Kristian við sær til Moskva, so ber tað við sær, at hann fer at hava tjúgu spælarar við niður til Luksemburg. Ella verður neyðugt at senda tveir til hús úr Luksemburg.


Tríggir liðformenn

Tað er fleiri ferðir komið fyri, at tað hevur verið neyðugt at skifta liðformann, tí tann við armbindinum hevur verið skiftur út. Leygardagin kom tað fyri aðru ferð fyri, at liðformaðurin varð rikin av vøllinum, og at tað tískil var neyðugt við nýggjum liðformanni. Fyrra ferðin var 8. juni í 1997, tá Føroyar á Svangaskarði vunnu 2?1 á Malta. Ta ferðina var Jan Dam liðformaður. Tveir minuttir eftir steðgin metti dómarin, at Jan gjørdi brotsspark. Hann var í tí sambandinum rikin av vøllinum, og Jens Martin Knudsen gjørdist liðformaður.

At eitt landslið hevur tríggjar liðformenn í einum dysti kemur sera sjáldan fyri. Tað er ongantíð komið fyri á føroyska liðnum fyrrenn leygardagin, og í altjóða fótbóltssøguni eru dømini sera fá um hetta.

Tá Jens Kristian Hansen leygardagin varð rikin av vølli fekk John Petersen bindið hjá liðformanninum. Hetta var fyrsta ferðin, at John var liðformaður, og heiðurin var ikki serliga drúgvur. Í 63. minutti varð John Petersen skiftur út, og so fekk Uni Arge bindið hjá liðformanninum. Hetta var eisini fyrsta ferðin, at Uni var liðformaður.

Jens Kristian Hansen hevur verið liðformaður síðani 19. august í 1998, tá Føroyar taptu 1?0 niðri í Bosnia. Jens Kristianvar skaddur í heimadystunum í juni í fjør. Teir vóru ímóti Skotlandi og Bosnia. Hin fyrri endaði 1?1 og hin seinni 2?2. Todi Jónsson var liðformaður báðar ferðirnar.