- Pál er ísakaldur

Tað sigur Jón Bjarnason, venjari hjá Páli Joensen. Í fýra ár hava teir miðvíst vant móti OL í London, men tað eru ongir nervar ella fjáltur at hóma á hvørki Páli Joensen ella Jón Bjarnason.

 

- Tá vit byrjaði at venja neyvt móti OL vandi Pál nógv og var troyttur. Hann vandi millum annað styrki venjing tvær ferðir um dagin. Tá var hann eitt sindur nervøsur, men vit hava tosað um tingini og hann er ísakaldur nú, segði Jón Bjarnason við Rás2 týsmorgunin, sum annars letur væl at fyrireikinginum nú tað stundar til OL.

 

Pál Joensen hevur ikki roynt at svomið til OL áður og tí hevði ikki verið løgið um tað ávirkaði hann eitt sindur. Men so er ikki!

 

- Hann er so ísakaldur, at hann kom forseint til bussin í morgun, legði Jón skemtandi afturat týsmorgunin.

 

Pál Joensen skal í hylin á fyrsta sinni 28. juli, tá innleiðandi svimjingin í 400 metra frí verður.