Pál er uppsettur

Pál skal í dag svimja 4x200 metra frí stafett, men tað er ikki her at vit skulu roknað við at síggja vágbingin í eini OL finalu.

 

Jón Bjarnason sigur at Pál sjálvandi fer at hjálpa sínum liðfeløgum tað hann er mentur, men at fokus framvegis er á 1.500 metra frí svimjingini fríggjadagin.

 

«Pál fer at gera tað hann er mentur fyri at hjálpa hinum, men tað krevur nógv at koma í finaluna í hesi svimjingini. Fáa allir rist seinastu dagarnar úr kroppinum og svimja upp til sítt besta, so er tó ein møguleiki fyri einum finaluplássi, sigur Jón Bjarnason.

 

Fyri danir hevur hendan svimjingin fingið størri týdning, eftir at tað gjørdist greitt at millum annað Mads Glæsner ikki hevur sovmið seg í tær finalurnar hann kundi hugsað sær.

 

Pál og liðfelaginir skulu í hylin klokkan 11.17 í dag.

 

Mynd: Jón Bjarnason