Pál fimtbestur í Monaco

Tíðirnar hjá Páli vóru nakað verri enn tað sum hann hevur svomið fyrr, men hann stóð seg tó so væl betri í kappingini við hinar, enn tað sum upprunaliga styrkismetingin bendi á.

 

Leygardagin svam hann 3:53.88 í 400 metra frísvimjing finalu, aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:48.77, kinesiska Lin Zhang á 3:49.10, tunesiska Oussama Mellouli á 3:50.35, og skotska Robbie Renwick á 3:53.21. Føroyska metið hjá Páli er 4:48.57, frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør, tá ið svomið varð draktum sum nú eru forboðnar.

 

Sunnudagin svam hann 1:53.42 í 200 metra frísvimjing, og gjørdist harvið nummar 17 og akkurát ov stuttur til at sleppa í finalu. Føroyska metið hjá Páli er her 1:50.04, aftur frá kapping í superdrakt á DM í Esbjerg í fjør.

 

At kappingin var hørð í Monaco, síggja vit millum annað í 400 metra frísvimjingini, har tríggir av teimum fýra sum svumu skjótari enn Pál, gjørdust heimsmeistarar í greinunum 200, 400, 800 og 1500 frí á HM í Rom í fjør. Týski Paul Biedermann gjørdist tá heimsmeistari í 200 og 400 frí, kinesiski Lin Zhang heimsmeistari í 800 frí, og tunesiski Oussama Mellouli heimsmeistari í 1500 frí.

 

Biedermann eigur eisini heimsmetini í 200 og 400 frí, ávíkavist 1:42.00 í 200 frí og 3:40.07, har hann nú í Monaco vann báðar greinarnar við ávíkavist 1:46.82 og 3:53.88.

 

Nú eru tey trý á veg víðari til Barcelona, har næsta Mare Nostrum stevna verður nú mikudagin og hósdag 5. - 6. juni.