Pál í góðum hondum í Avstralia

Pál Joensen venur í hesum døgum í Avstralia saman við Denis Cotterell, sum ikki er ein og hvør í svimjihøpi. Hann hevur millum annað vant Sun Yang , sum setti heimsmet, tá hann vann 1.500 meturin til OL í London.

 

Pál Joensen er í hesum døgum á venjingarlegu har suðuri í Gold Coast, Queensland hjá einum av teimum bestu langteinavenjarunum í heiminum, Denis Cotterell, skrivar svimjing.com

 

Denis Cotterell er tiltikin fyri at vera venjarin aftanfyri legenduna Grant Hackett, sum vann OL-gull í 1500 metra frísvimjing í 2000 og 2004, umframt silvur í 2008 og onnur heiðursmerki eisini. Hann vandi eisini Sun Yang eitt skifti í fjør, sum síðani vann gull í 400 og 1500 frí á OL í London, og fekk nú 17 ára gamla Jordan Harrison við til HM í summar, við óføru tíðini 14:51.02 á avstralsku úttøkustevnuni til Barcelona 2013, skrivar svimjing.com víðari.

 

- Her gongur sera væl. Okur svimja øgiliga hart næstan hvørja venjing og arbeiða sera nógv við teknikki, sigur Pál Joensen við svimjing.com.

 

Mynd: (www.svimjing.com) Pál og Denis í góðveðrinum á gullstrondini í Avstralia