Landsdystur
Tað mundi koma dátt við, tá ein hin besti verjuleikarin í føroyskum fótbólti, Pól Thorsteinsson, gav avboð til A-landsliðið undan teimum báðum dystunum móti Sveis og Jugoslavia.
Orsøkin var tá, at Pól og FSF ikki vóru samdir um, hvørt leikarin átti rætt til sonevndu bonuspengarnar eftir dystin í Luksemburg, og fyri at mótmæla hesum, gav leikarin avboð.
Talan hevði tó undir øllum umstøðum verðið um avboð, tí beint eftir hetta varð Pól skaddur í dysti fyri B36. Beint fyri summarsteðgin byrjaði hann tó aftur at spæla, og fáur mundi ivast í, at hann aftur fór at gerast partur av landsliðnum, tá ferðin til Jugoslavia stóð á skránni.
Pól var eisini millum teir 18 leikararnar, sum Allan Simonsen tók út til ferðina, men Pól hevur enn eina ferð givið avboð til landsliðið.
Hesa ferð tykist tað tó ikki, sum um tað er nakað trætumál, sum er orsøkin til avboðið.
- Eg havi givið avboð, tí verandi dystarskráin hjá mær er nóg strævin, sum er, sigur Pól við Sosialin.
- Eg havi eisini verið nógv skaddur í ár, og hetta hevur so avgjørt eisini ávirkað støðu mína. Eg havi ongan tíð áður havt nakrar drúgvar skaðar, so ivaleyst havi eg tørv á eitt sindur av hvíld.
Talan er tó á ongan hátt um nakað endaligt avboð frá landsliðsmanninum. Eisini hóast hann ikki sigur seg kenna nakran stórvegis sakn, nú landsliðsfelagarnir fara avstað.
- Í løtuni er støðan bara tann, at eg ikki hava neyðugu motivatiónina til at spæla á landsliðnum, men eg vóni sjálvandi, at hugurin til hetta verður betri komandi ár.
- Tað er sjálvandi harmiligt, men hinvegin havi eg mest sum vant meg við, at eg ikki eri á landsliðnum. Síðani eg varð útvístur í Kekkia fyri tveimum árum síðani, havi eg bara spælt dystin móti Russlandi, so saknurin er ikki so øgiliga stórur. Var eg í slíkari støðu fyri tveimum árum síðani, hevði støðan helst verið ein heilt onnur, sigur Pól Thorsteinsson at enda.