Pál: - Hann verður altíð mín fyrimynd

Svimjing: Svimjiheimurin er skelkaður og tyngdur av sorg, eftir at norski heimsmeistarin, Alexander Dale Oen, í gjár andaðist bara 26 ára gamal. Fryntligi ungi normaðurin var góður vinmaður hjá okkara egna Pál Joensen, sum hevur ilt við at fata, hvat er hent.

Í gjár bórust tey syrgiligu tíðindini um, at norski heimsmeistarin í 100m bringusvimjing, Alexander Dale Oen, var deyður bara 26 ára gamal. Hann var á venjingarlegu saman við norska landsliðnum í hæddunum í Arizona, har hann vandi í tunnari luft fyri at fyrireika seg sum best møguligt undan OL í London í summar, har hann var stórfavorittur at vinna 100m-teinin í bringusvimjing og samstundis størsta gullvónin hjá Noregi.
Nú er hann brádliga deyður. Mánakvøldið amerikanska tíð komu liðfelagar fram á hann í einum baði, har hann lá deyður. Orsøkin er framvegis ókend.

Vinmaður hjá Páli
Pál Joensen og Alexander Dale Oen vóru góðir vinmenn. Teir hava vant nógv saman og ferðast víða kring heimin á venjingarlegum og í kappingum. Tað var ein týðiliga rørdur Pál Joensen, vit fingu orðið á nakrar tímar eftir, at hann hevði frætt um deyða vinman síns.
- Jón (Bjarnason, red.) sendi mær eitt sms og bað meg fara á vg.no. Eg sá tað har og tað gekk ein hálvur tími áðrenn eg fekk viðurkent, hvat var hent, sigur Pál.
Hálvan mei fer Pál Joensen júst til Arizona á venjingarlegu at venja undir somu umstøðum, sum nú deyði norski heimsmeistarin gjørdi tað.

Fyrimyndin
Pál hevði eina stóra fyrimynd innan svimjing, og tað var Alexander Dale Oen. Hesum svaraði Pál Joensen eisini í einum spurnarskjali hjá danska olympiska sambandinum, sum allir OL-luttakararnir fingu, og eitt nú vórðu spurdir um, hvør teirra fyrimynd var. Tað var ikki bara sum svimjari, at Alexander var fyrimynd hjá Páli.
- Hann var øgiliga prátingarsamur, stuttligur og øll hava góð minni um hann. Hann var eitt fantastiskt menniskja, ein fyrimynd fyri meg sum svimjari og sum menniskja. Hann verður øgiliga nógv saknaður í svimjiheiminum. Hann var góður við øll og eingin hevur nakað ringt at siga um hann, sigur Pál Joensen og heldur fram:
- Hann hevur leingi verið mín allarstørsta fyrimynd. Hann hevur verið ein mentor fyri meg og víst serliga stóran áhuga fyri mær sum svimjara og hevur givið mær nógv góð ráð ígjøgnum tíðirnar. Hann vildi stuðla mær sum svimjara eftirsum hann sá seg sjálvan í mær, í og við at hann eisini kemur úr einum lítlum landi.

Jón skelkaður
Eins og Pál Joensen, so hevði venjari hansara, Jón Bjarnason, eisini eitt tætt tilknýti til Alexander Dale Oen. Hann kjattaði við honum á Facebook nakrar tímar áðrenn hann andaðist, og tað vóru sjálvandi skelkandi tíðindi, sum Jón fekk dagin eftir.
- Ein gamal svimjari ringdi til mín og segði tað við meg. Eg fór at leita á netinum og sá bara okkurt um tað á VG, og síðani kom tað so eisini á Aftenposten. Eg hugsaði, at hetta mátti vera ein sjúk og horribul vittigheit, og tað bara ikki ber til. So seint sum í gjárkvøldið kjattaði eg við hann á Facebook og hann segði seg vera troyttan av øllum Manchester United-prátinum, sigur ein rørdur Jón Bjarnason, sum hevur kent Alexander persónliga í fleiri ár.
- Vit hava ferðast runt saman, búð og etið á sama hotelli. Eg og Pál hava eisini vant saman við norska landsliðnum, og tað gongur nógv ár aftur í tíðina, sigur Jón.

- Hann var fantastiskur
Hóast rørdur, so tekur tað bara ein brøkpart av einum sekundi, áðrenn Jón Bjarnason byrjar at rósa norsku stjørnuni og lýsa hann sum menniskja.
- Hann var heilt fantastiskur og hevði eina karisma út yvir tað vanliga. Hann var ógvuliga sterkur og hevði stórt sjálvsálit, ja størsta sjálvsálit av teimum sum eg nakrantíð havi møtt. Eg havi ongantíð hoyrt hann siga eitt negativt orð - altíð við einum smíli, skemtandi og ikki argur um nakað sum helst, sigur Jón og bara kann vísa á, hvussu nógv Pál eisini sá upp til hann.

Óskiljandi
Tað var sum vera man ein skelkur uttan líka, sum liðfelagarnir hjá Alexander fingu, tá ið teir funnu hann deyðan mánakvøldið amerikanska tíð. Enn er eingin komin fram til nakra orsøk til deyðan, men kann tað ikki vera vandamikið at venja so hart í so tunnari luft sum í Arizona?
- Í byrjanini er tað hart og kroppurin manglar ilt. Men tað er ikki vandamikið á nakran hátt. Hann hevði verið har so leingi og skuldi ferðast heim um bara tveir dagar, so kroppurin hevði langtsíðani vant seg við umstøðurnar, vísir Jón Bjarnason á.

Hetjan eftir Utøya
Bara tríggjar dagar eftir Utøya-hópdrápið í juli í fjør svam Alexander Dale Oen HM-finaluna í 100m-bringu í HM í Shanghai, Kina. Hann var týðiliga merktur av vanlukkuni í heimlandinum, men valdi at luttaka hóast alt. Hann fór allan vegin og vann gull, og eftir hetta søgdu frásøgumenninir í norska sjónvarpinum, at hetta mátti vera størsta løtan í ítróttarsøgu Noregs, og at hann hevði vunnið á yvirganginum.
Allir svimjiheimurin stendur saman um syrgiligu deyðsboð Alexanders, og tað er nú greitt, at heimsmeistarin, størsta OL-vónin hjá Noregi og góði vinmaðurin Páli og Jón hevur svomið sína seinastu longd.