Í gjárkvøldið var móttøka á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík, tá ið Pól Sundskarð kom aftur sum Danmarksmeistari í sínum bólki í 24-tímar renning 55 59 ár. Hann hevði tá runnið 181 km uppá 24 tímar.
Fleiri frá felagnum hjá Pól, Treysti vóru til staðar í sínum gula jakka, og vildu heiðra honum. Eisini ein partur av Fjallabólkinum møtti upp, sum gleddi Pól, tí teimum hevur hann eisini notið gott av og gingið nógv í fjøllunum saman við, sum eisini hevur givið góða venjing.
Jonhard Larsen helt eina røðu vegna Treysti, har hann sjálvandi rósti Pól sum ein raskan, treiskan og treystan rennara, ið hevði gjørt eitt satt bragt, sum ikki so mong kundu gera honum eftir. Hann var ein fyrimynd fyri felagið, helt Jonhard fyri.
Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri helt røðu fyri Pól Sundskarð og handaði treysti ein kekk vegna býráðið og samstundis fekk Pól eitt gávukort frá Sportmaster frá býráðnum.
Aftaná at Pól hevði takkað fyri, bjóðaði Jórun the, kaffi og køkur og prátið gekk so lystiliga fólk høvdu nógv at viðmerkja og spyrja um.
Jú, Pól er ein knassi vóru øll samd um.
Orð & Myndir: Dávur Winther
Sí myndafrásøgn!