Tá ið tað fyrr í vikuni varð kunngjørt, hvørjir um mánaðarskiftið skulu við Lars Olsen og landsliðnum niður til Spania á venjingarlegu, var einki at síggja til navnið á Pól Jóhannusi Justinussen, sum er sáttmálabundin at superligu felagnum AaB.
Orsøkin er tann, at Pól Jóhannus í løtuni stríðist fyri at vinna sær pláss í besta hópinum hjá felagnum í Aalborg, sum fyrsta vikuskiftið eftir mánaðarskiftið fer undir aftur landskappingina í Danmark.
At Pól Jóhannus venur og møguliga spælir við AaB er fyri hann betri fyrireiking til landsdystirnar seinni í ár, enn tað hevði havt verið, um hann stutt undan kappingarbyrjan í Danmark var við landsliðnum í meiri enn eina viku í Spania og harvið var burturi frá AaB.
Í hesi vikuni er AaB í Algarve í Portugal á venjingarlegu, og tað tykist ganga væl hjá Pól Jóhannusi. Í gjár var venjingardystur á skránni ímóti Portomonense, sum í fjør flutti niður úr bestu og í næstbestu deildina í Portugal.
Í AaB hópinum eru ikki so nógvir verjuspælarar. Onkur av teimum, sum plagar at vera fastur maður, er eitt sindur skaddur og tískil ikki tøkur í gjár, og tað bar við sær, at Pól Jóhannus Justinussen frá dystarbyrjan var í miðverjuni. Fleiri útskiftingar vóru gjørdar í 2. hálvleiki, men Pól Jóhannus var á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Úrslitið var 3-1 til AaB eftir 2-0 í hálvleikinum. AaB venjarin, Kent Nielsen, segði eftir dystin við heimasíðuna hjá AaB, at hann var nøgdur við verjupartin. Um samanspælið millum Pól Jóhannus og Nicholas Frederiksen, sum alla tíðina vóru miðverjar, segði venjarin soleiðis:
-Tað var ikki uttan mistøk, men alt í alt var tað læruríkt fyri teir báðar, og teir komu væl frá tí. At vongverjarnir báðir vóru so stinnir alla tíðina bar við sær, at uppgávan var lættari hjá miðverjunum, staðfesti Kent Nielsen eftir dystarlok.
Fyrr í vikuni segði Kent Nielsen, at nú verður fokus í venjingardystunum flutt frá, at nógvir spælarar hava fingið høvi at royna seg og til, at spælararnir, sum ætlanin í fyrstu atløgu er at hava á liðnum í superliguni, venja seg við at spæla allar 90 minuttirnar.
Tað ræður um at taka av, tá ið møguleikin er har, og tað vísti seg í gjár, at Pól Jóhannus var klárur, tá ið brúk var fyri honum. Tað styrkir sjálvsagt um hansara støðu í kappingini um plássini á besta liðnum.
Leygardagin 3. mars verður farið undir aftur landskappingina í Danmark. Fyrsti dysturin hjá AaB verður sunnudagin 4. mars, tá ið meistararnir í FCK fara at vitja í Aalborg.
Hvussu tætt Pól Jóhannus er at vera millum teir fyrstu ellivu fæst aftur ein ábending um, tá ið AaB leygardagin í portugisiska várinum fer at spæla ímóti svenska GAIS.